Skip to main content

Mark Tushnet


Tak niður grein:
New Constitutions in Light of Globalization

Føroyskt úrtak
Nýggjar grundlógir í ljósinum av alheimsgerð Alheimsgerð (globalisering) dregur innlendis stjórnarskipanir tveir mótsettar vegir í senn.
(1) Tann økta áviraknin hjá altjóða stovnum á innlendis viðurskifti – eisini tann hjá altjóða fyritøkum, óheftum altjóða felagskapum, og hjá millumlanda stjórnarligum felagsakapum sum Heimshandilsfelagskapinum (World Trade Organization, WTO) – minkar um valdið hjá almennum innlendis stovnum á landsins viðurskifti. Altjóðagerðin ger tí innlendis stjórnarskipanir minni týðandi enn  tær hava verið, og gloppa samtundis hurðina fyri stjórnarligum nýskipanum sum øktum heimastýri, stovnum, ið fevna um øki tvørturum landamørk,og fyri fullveldi hjá londum, sum fyrr vóru hildin vera "ov smá" til slíkt.
(2) Og tó, sama økingin í valdinum hjá millumalanda stovnum ger tað eisini meiri týðandi at tryggja,at nóg mikið av valdið verður eftir hjá stjórnarsto vnum at ansa eftir teimum altjóða.Har sum valdið er runnið frá stjórnunum til aljóða fyritøkur, uttan at nakað mótsvarandi vald er lagt til almennar millumlanda stovnar, er innlendis vald tann einasti møguleikin at ansa eftir privatum altjóða valdi.
Harafturat kemur, at nógvir millumlanda stovnar hava eitt sonevnt demokratiskt undirskot, og eru teir tí ikki nøktandi at seta í staðin fyri innlendis demokratiskt sjálvræði. Loksins kann alheimsgerðin gera tað meiri neyðugt hjá tjóðlondum at menna sínar egnu stovnar at skapa karmar hjá fólkinum í landinum at kenna seg sum partur av eini tjóð.
Altjóðagerð ger tí innlendis stjórnarskipanir minni týðandi og meiri týðandi. Spurningurin fyri grundlógarsmiðir in okkara tíð er at menna stovnar, ið megna at taka ímóti avbjóðingunum frá hesum mótsettu toganum, serliga við at styrkja landsins støðu á summum økjum, men samstundis viðurkenna, at innlendis skipanir á øðrum økjum fara ikki at megna at ráða á tann hátt, sum stjórnarvaldið higartil hevur verið hildið at megna.