Skip to main content

Markku Suksi


Tak niður grein:
Sub-state Solutions as Expressions og Self-Determination

Føroyskt úrtak
Sjálvsavgerðarætturin í altjóðarætti er tengdur at hugtakinum um ríkið, men ikki er heilt greitt, hvussu sjálvsavgerðarætturin ávirkar tey verandi ríkini og rættin hjá einum fólki at stovna egið ríki ella at skipa seg sum sjálvstýrandi samfelag á annan hátt.
Sjálvsavgerðarætturin varð upprunaliga í hvussu er nýttur at máa grundarlagið undan tí praksis at taka nýggj landøki við hervaldi. Eftir seinna heimsbardaga fekk sjálvsavgerðarrætturin rættarligt innihald. Hetta hendi fyrst við ST-stovningarsáttmálanum frá 1945, men serliga við ST-aðalfundarsamtyktum 1514(XV) og 2625(XXV) frá ávikavist 1960 og 1970 og teimum tveimum ST-mannarættindasáttmálunum frá 1966.
Sjálvsavgerðarætturin verður býttur í tveir høvuðsflokkar, tann innara og tann ytra, alt eftir um fólkið kann inna sjálvræði sítt í verandi ríki, ella um neyðugt er at stovna egið ríki. Innan hesar karmar kann sjálvsavgerðarætturin aftur bólkast í fimm flokkar. Hesir snúgva seg serliga um rættin hjá fólki í einum verandi ríki til frælsi frá uppíblandi frá (fólki í) øðrum ríkjum, til rættin hjá einum fólki at koma til orðanna og fáa politiska ávirkan í tí ríki, tað livir í, og rættin hjá seinast nevnda fólki at stovna egið ríki, um talan er um hjálandaveldi ella aðra kúgan. Í seinasta førinum vil fólkið ikki hava ávirkan og koma til orðanna í verandi ríkisskipan og kann tí ikki vera nøkt við innara rættin til sjálvræði, men noyðist at bróta út, stovna egið ríki og harvið inna sín rætt til sjálvræði í ytra forminum.
Sjálvsavgerðarrætturin í innara forminum gevur ikki einum fólki nakað beinleiðis krav uppá heimastýri (autonomi) ella samveldi (føderalismu). Tó er greitt, at í tann mun sjálvsavgerðarætturin hevur nakra ávirkan á innaru rættarskipanina í einum ríki, má hann hava við sær, at hesin sjálvsavgerðarættur verjir eina heimastýrisskipan móti at fara aftur ella minka, í hvussu er um talan er um eitt serstakt fólk. Altjóðarættur tykist eisini at góðtaka einhvørja sjálvsavgerðarskipan, bert viðkomandi fólk hevur avgjørt sína skipan í sambandi við eina frælsa tilgongd.
Eindarríki hava leingi verið mett sum týdningarmesta slag av ríki. Eindarríki kunnu lýsast sum ríki, har alt lóggevandi vald er savnað hjá einum lóggeva. Dømi eru Svøríki og Noreg. Nú eru flestu evropeisku lond kortini ikki eindarríki heilt, tí ávís miðspjaðing er farin fram og heimastýrislíknandi skipanir hava ment seg, sum í Bretlandi og Italiu, ella tí londini eru  samveldisríki, sum Týskland og Eysturríki.
Samveldisríki kunnu lýsast við tveimum serliga týdningarmiklum eyðkennum. Í fyrstu atløgu hevur samveldistingið tvær deildir. Onnur deildin umboðar alt ríkið sum eina heild, meðan hin deildin umboðar
deilríkini sum javnsett og í hesum avmarkaða sambandi fullveldis eindir. Í aðru atløgu er samveldisríkið eyðkent við, at samveldis- ella miðveldismyndugleikarnir hava upptaldar heimildir, meðan deilríkini
hava restina av valdinum. Hetta kemst av, at deilríkini vanliga meta seg hava upprunaliga fullveldið og tískil alt vald, sum ikki beinleiðis er avhendað samveldinum.
Um heimastýrisskipanir (autonomi) og miðspjaðing finst ongin verulig ástøði. Hetta er helst tí, at heimastýrisskipanir eru pragmatiskar loysnir í ítøkiligum málum, ið illa ber til at greina greitt og alment. Tó kann ein fyribils lýsing av heimastýrisskipanum vera, at heimastýrisskipanir venda  samveldisskipanum á høvdið, tí umvent av samveldisskipanum er tað nú heimastýrið, sum hevur  upptaldu heimildirnar, meðan miðveldið hevur restheimildirnar og tískil eisini upprunaliga fullveldið og tað vald, sum ikki beinleiðis er latið heimastýrinum. Kortini er eisini tann munur millum samveldis- og heimastýrisskipanir, at borgarar í heimastýrinum vanliga bara eru umboðaðir í samveldistinginum sum allir aðrir borgarar í samveldinum og tí ikki umboðandi heimastýrið sum serliga politiska eind.  Heimastýrisskipanir kunnu tí eisini sigast at vera sløg av asymmetriskum íkastum til viðkomandi politisku skipanir.
Føroyska heimasstýrisskipanin er ikki grundlógarfest, eins og mangar aðrar heimastýrisskipanir. Tí kunnu miðveldismyndugleikarnir sambært donskum stjórnarrætti formliga eisini frítt afturkalla tær serligu heimildir, sum Føroyum eru givnar. Á henda hátt standa Føroyar ikki ovarliga sum heimastýrisfyrimynd. Kortini er tað so, at Føroyar í veruleikanum hava víðari heimildir. Hóast heimildirnar hjá heimastýrinum eru upptaldar, so minnir føroyska skipanin í veruleikanum – og tá hugsað verður um skipanina, har fólkatingslógir ikki uttan víðari verða almannakunngjørdar og fáa virknað í Føroyum – meira um skipan, har heimastýrið hevur restheimildirnar og harvið eitt slag av upprunaligum fullveldi.
Viðvíkjandi sjálvsavgerðarættinum, eru tiknar fleiri áhugaverdar avgerðir seinastu árini av bæði altjóða dómstólum, – nevndum og stjórnardómstólum. Hesar avgerðir benda á, at sjálvsavgerðarætturin ikki verður skiltur, sum ein rættur, ið gevur einum fólki rætt til at stovna sítt egna ríki, uttan so at fólkið er í eini hjálandastøðu ella er kúgað á annan hátt. Avgerðirnar í málunum Katanga móti Zaire hjá afrikonsku mannarættindanevndini frá 1992 og um spurningin um støðuna hjá Tatarstan og Quebec hjá  tjórnardómstólinum og hægstarætti í ávikavist Russlandi í 1992 og Kanada í 1998 koma allar inn á henda spurning. Í øllum avgerðunum var komið fram til, at sjálvsavgerðarætturin ikki kann tulkast sum ein rættur, ið kann hava syndran av verandi ríkjum sum avleiðing. Er talan ikki um hjálendisstøðu ella kúgan annars, eigur margfaldi og liðiligi sjálvsavgerðarrætturin heldur at verða útintur innanfyri karmarnar av verandi ríkjum.