Skip to main content

Kári á Rógvi


Tak niður grein:

Fasti Gerðarrættur

Úrtak
Greinin snýr seg um nýliga stovnaða fasta gerðarrætt. Arbeiðmarknaðarlóg í Føroyum hevur leingi verið merkt av, at ikki nøktandi skipan var fyri trætumál í sáttmálaskeiðnum. Trætur um kollektiv stríðsstig, brot á kollektivar arbeiðsmarknaðarsáttmálar og marknamál millum sáttmálaøki vóru ikki løtt at loysa, tí
ongin serfrøðistovnur hevur verið tøkur eins og í hinum norðanlondunum. Langt um leingi er nú fasti gerðarrættur settur á stovn við sáttmála millum flestu føroysku fakfeløgini (arbeiðgevara- og løntakarafeløg). Skipanin er tó gjørd so víð, at hon eisini býður seg fram sum rættarskipan í málum um tulking av sáttmálum og øðrum trætumálum, ið eftir venju higartil eru latin ad hoc gerðarrættum at loysa. Tískil sameinir tann føroyska skipanin fleiri funksjónir í somu skipan enn gjørt verður í grannalondunum, vónandi við samsvinnu, royndari gerðarrættarlimum og samskipaðari menning av føroyskari arbeiðsmarknaðarlóg sum úrsliti. Høvundin var formaður í arbeiðsbólkinum, ið smíðaði sáttmálan um fasta gerðarrætt.

English Summary
This article describes the historical and the philosophical origin of the separation of powers doctrine. From ancient political thoughts on mixed constitutions to the political philosophies of John Locke and Charles de Montesquieu, the separation of powers doctrine is traced up to our day. The two great models, the parliamentary and presidential systems are compared and discussed. It is underlined that there is a fundamental difference between the parliamentary and presidential systems in relation to separation of powers. There is no separation of powers between the legislative and the executive branch in a parliamentary government system. The Faroese government system is described and analyzed in this context. The author concludes that there is no real separation of powers between the legislative and the executive branch in the Faroese system even though the Frame of Government proclaims the separation between the legislative, the executive and the judicial branch. This has
to be taken into account in the Faroese constitutional process so that lessons are learned from history and the study of other government systems becomes part of creating a good and enduring constitution for the Faroe Islands.