Skip to main content

Johan Dahl, løgtingsmaður


Tak niður grein:

Hoyvíkstilgongdin

  • Íslandssáttmálin – var talan um góðan sáttmála?
  • Hvar er so trupuleikin, kunnu tit spyrja?
  • Samráðingartilgongdin
  • Stýrisskipanarlógin – er nakar tulkingarivi?
  • Aðrir millumtjóðasáttmálar sum lóg
  • Hví verður so gjørt á hendan hátt?


Johan Dahl løgtingsmaður ger í hesi grein viðmerkingar til tilgongdina, tá sáttmáli um samhandil við Ísland varð samtyktur. Ført verður fram, at sáttmálin í innihaldi kann gerast týðandi, men kortini er ófullfíggjaður og ov illa samskipaður við sáttmálan um fiskiveiðirættindi. Serliga verður tó funnist at handfaringini hjá løgmansskrivstovuni, ið frá byrjan vildi seta bæði løgtingsins ávirkan og stýriskipanarlógarinnar ásetingar til viks. Hetta førdi til stríðið um, hvørt lóg ella samtykt var rætti formurin til viðtøku av sáttmálanum. Løgmaður lat um seg ganga hesa framferð, ið sjálvsagt ger lívið lættari hjá fyrisitingini, men stríður ímóti bæði tingskipan, góðum lógarsmíði og fólkaræðisligari viðgerð og ávirkan.