Skip to main content

Rúni Rasmussen


Tak niður grein:

Konstitutionalisma og stjórnarskipanir

Samandráttur
Í greinini verður greitt frá teirri fólkaræðisligu gongdini seinastu árini. Tey skyldu hugøkini konstitutionalisma og stjórnarskipan verða lýst og allýst. Víst verður á ymiskar allýsingar av hesum hugtøkum. Valdsbýti ella valdsavmarking, løgræði, mannarætindi og hugsanin um umboðandi ella fólkaræðisligt stýri eru partar av skipan, sum er grundað á konstitutionalismu. Staðfest verður, at í frælsum og fólkaræðisligum skipanum verður mett, at høvuðsendamálið við eini stjórnarskipan er at avmarka stjórnarvaldið við tí fyri eyga at verja rættindini hjá einstaklingum og at tryggja politiskan stabilitet. Arbeiðið at smíða eina nýggja føroyska stjórnarskipan verður lýst í stuttum, og víst verður á, at Stjórnarskipanarnevndin hevur ein søguligan møguliga at smíða eina grundleggjandi lóg fyri Føroyar við støði í felags samleika.