Skip to main content

Granskingin á Søgu- og samfelagsdeildini

Granskingin á Søgu- og samfelagsdeildini tekur støði í spurninginum, hvussu skapa vit einar kappingarførar Føroyar í  21.øld. Vit leggja dentin á:

Vinnuligu møguleikarnir, har tørvur er á at skapa nýggjar vinnuvegir, eitt nú innan tænastur og orku.
Burðardygt samfelag, tvs dentin á at læra um flyting, fólkasamanseting og útbúgvingarvegir.
Sosialur tryggleiki, har dentur er á, hvussu okkara politiska skipan og stovnar virka og mennast.
Søguligu tilvitanina, har vit av egnum royndum læra at taka á okkum tær avbjóðingar sum globaliseringin setur.

Í løtuni eru fimm Ph.D verkætlanir heilt ella lutvíst knýttar at Søgu og Samfelagsdeildini. Tær snúgva seg um fiskidagaskipanina, fátækradømi, fráflyting, talufrælsi og átrúnaður og um amtmann Pløyen sum samfelagsmennara.

Partur av deildini er eisini Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Granskingin fevnir serliga um evnini tilfeingisumsiting, samfelagsmennning í smátjóðum og vald í samfelagnum, og umbidnar verkætlanir. Depilin er partur av fleiri altjóða granskingarverkætlanum.