Skip to main content

Avbjóðingar hjá fiskivinnuni í einari samskipaðari havumsiting.

At verkætlanini eru knýtt:
Dennis Holm, granskari og projektleiðari, og Martha H. Mýri, granskari

Uttan úr heimi verður alsamt størri trýst lagt á Norðurlond um at umsita tilfeingi í havinum í einari samskipaðari umsiting, sum undir einum tekur hædd fyri røkt av tilfeinginum, og vernd av natúru og umhvørvi. Trýstið kemur bæði úr erva frá altjóða avtalum og umhvørvisfelagsskapum og úr neðra frá marknaðinum.
ES hevur við rammuskránni Marine Strategy Framework Directiv sett á dagsskrá eina samskipan av havumsitingin í ES-høpi. Fokus er ikki eina á at fáa nyttu burturúr tilfeinginum í og á havinum, men eisini á verju av havøkjum. Og longu nú eru fleiri dømi um, at náttúrfriðingar av havøkjum hava ávirkað møguleikarnir hjá fiskivinnuni.
Hendan verkætlanin fevnir m.a. um eina lýsing av hvørjar avbjóðingar fiskivinnan í Norðurlondum hevur í samband við eina samskipaða havumsiting.