Skip to main content

Moderniseringin av føroyska samfelagnum í 19. øld - ein kanning av teimum sosialu og búskaparligu kreftunum, sum skaptu nútímans Føroyar

At verkætlanini eru knýtt:
Gestur Hovgaard, lektari og projektleiðari, Hans Andrias Sølvará, lektari, Rolf Guttesen, adjungeraður lektari, Erling Isholm, adjunktur og Mirjam Joensen, vísindaligt hjálparfólk.


Talan er um eina verkætlan, hvørs endamál er at gera eina heildarlýsing av teimum sosialu kraftum, sum grundleggjandi broytti Føroyar frá bónda- til fiskivinnusamfelag, frá tradisjón til modernitet.

Tað nýskapandi við hesi verkætlan er ikki bara tann nýggja vitan um samfelagsmenningina hon gevur, men ikki minst royndin at gera eina heildarlýsing av samfelagsmenningini. Nýskapandi er eisini, at talan er um tvørvísindaliga verkætlan, ið sameinir m.a. fakini søga, sosiologi og geografi.
Støði verður tikið í 4 evnum (tema). Fyrsta tema er eitt idé-søguligt tema, tvs. tær ávirkanir sum koma frá upplýsingartíðini og nýggjum sosialum rørslum. Næsta tema er tað sosio-politiska, tvs. broytingar í sosialum og politiskum skipanum og stovnum. Triðja tema viðgerð økonomiskar broytingar. Fjórða tema handlar um tey, sum fella uttanfyri normalsamfelagið, tey fátøku og á annan hátt marginaliseraðu.

Verkætlanin er sett í verk á Søgu- og samfelagsdeildini og er stuðlað av Granskingargrunninum, sum fíggjar ein stóran part av henni. Sí verkætlanarlýsing á gransking.fo