Skip to main content

Kyn, geografiskur mobilitetur og kvantitativ data. Pilotkanning í Føroyum, Íslandi og Norður-Norra.

At verkætlanini eru knýtt:
Gestur Hovgaard, ph.d., lektari og Karin J. Knudsen, granskari (Granskingardepilin).

Hendan verkætlanin tekur fram avbjóðingina, sum øktur mobilitetur hevur í modernaða útjaðarasamfelagnum, og serliga ta avbjóðingina sum liggur í, at vit ikki hava nóg góð hagtøl at granska hetta fyribrigdi. Tí er endamálið at gera eitt sonevnt pilot-study til tess at finna fram til, hvussu álítandi tøl um mobilitet kunna fáast til vega. Verkætlanin er undir leiðslu av Universitetet i Tromsø, við luttøku úr 3 norðanlondum og Canada.