Skip to main content

RYE - ung og íverksetan í útjaðaranum.

At verkætlanini er knýtt:
Olga Biskopstø, granskari og projektleiðari

Tað mangla arbeiðspláss og størv til ungdómin í Føroyum. Hetta forðar ungum, ið hava nomið sær útbúgving, at fáa starv eftir lokna útbúgving.
Henda verkætlan, hevursum mál, at eggja og stuðla ungdóminum, at skapa sítt egna arbeiðspláss og gerast íverksetarar. Hetta uttan mun til hvar í landinum ein býr.

Fyrsti partur av verkætlanini snýr seg um at kanna umstøðurnar og áhugan hjá ungum fyri íverksetan, og skráseta hesar. Næsta stig er at  menna ein databanka, har ungdómurin far atgongd til tað innsavnaðu vitanina. Talan verður um ein íverksetara-portal, sum á ein spennandi og lættan hátt, skal leiða og vegleiða tey ungu, frá hugskotið til stovnan av egnum virkið.Hetta ger at øll kunnu luttaka, uttan mun til hvar ein býr í landinum.

Verkætlanin er ein NPP verkætlan og samstarv millum Føroyar, Írland, Finnland og Grønland. Arbeiðið verður liðugt við ársenda 2013.