Skip to main content

Kunning um góðskrivingar

Umsókn um góðskriving

Góðskrivingar verða viðgjørdar leypandi, tá lestrarráðið hevur fund.

Evstamark at lata umsókn um góðskriving:
•    Galdandi fyri vársemestrið: 1. oktober
•    Galdandi fyri vetrarsemestrið: 10. januar

Tak niður umsóknarblað her

The University of the Faroe Islands will assess the academic merit of all credit transfer applications and may award transferred credit for individual courses, or components of full degrees or qualifications, which applicants have completed at other higher education institutions. Following the same procedure, the University can also pre-approve the transfer of credit from courses or components of full degrees or qualifications students intend to complete at other higher education institutions.

Setrið kann eftir umsókn og fakligari meting játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin, ella sum ætlanin er at lúka á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað

1)    Longu loknir námspartar av aðrari føroyskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
2)    Lesandi, sum longu hava lokið námspartar á øðrum lærustovni kunnu søkja um at fáa teir góðskriva í staðin fyri partur av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.
3)    Undangóðkenning í sambandi við lestrarvist : Námspartar/skeið, sum lesandi ætla at taka á aðrari útlendskari útbúgving á sama stigi kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til. Eitt nú norðurlendsk summarskeið og Nordliks/Nordplus-vistir.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað
Lestrarráðið tekur avgerð um allar góðskrivingar eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðaran.

•    Í sambandi við lestrarvist í bachelornámum í søgu og samfelagsfrøði, kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað.
•    Í hjánámi kunnu 30 ECTS verða góðskrivað.
•    Í masternámi kunnu í mesta lagi 60 ECTS verða góðskrivað, tá bachelornámið er lokið á Setrinum. Annars kunnu masterlesandi fáa 30 ECTS góðskrivað.
•    Har námspartar longu eru loknir á øðrum lærustovni kunnu teir verða góðskrivaðir (yvirførðslu av merit) í tann mun tað samsvarar innihaldsliga og er á sama stigi sum teir partar av útbúgvingini tey søkja um góðskriving til.  Útbúgvingarleiðarin metur um í hvørjum einstøkum føri, hvussu nógv kann góðskrivast.
•    Góðskriving verður ikki latið fyri prógv, sum verða mett at vera ov gomul og har innihaldið í náminum er ótíðarhóskandi. Útbúgvingarleiðarin metir um prógvini í hvørjum einstakum føri.
•    Útbúgvingarleiðarin kann í ítøkiligum málum gera tilmæli til lestrarráðið um frávik fyri hvussu nógv kann verða góðskrivað. Í tílíkum førum skal dekanurin góðkenna tilmæli frá útbúgvingarleiðara áðrenn tað verður latið Lestrarráðnum.

Umsókn

Umsóknin skal latast deildarskrivaran á Søgu- og Samfelagsdeildini, sum letur tað til víðari avgreiðslu.

Mannagongdir í.s.v. at fyrireika umsóknir um góðskriving til lestrarráðið

Tann lesandi hevur ábyrgd av, at umsóknir um góðskriving eru fullfíggjaðar og lúka krøv sett í hesum oyðiblaði. Útbúgvingarleiðarin hevur ábyrgdina av, at góðskrivingarmannagongdir verða fylgdar. Vanta upplýsingar vísir lestrarráðið umsóknina aftur til útbúgvingarleiðaran.  
 
Umsóknarfreistir
Søkt kann verða um góðskriving tvær ferðir árliga
Lærara- og námsfrøðinga¬lesandi skulu søkja innan 20. august og 1. mars.
Øll onnur lesandi á HugSamNám skulu søkja innan 1. oktober og 1. mars.