Skip to main content

BA útbúgvingunum í søgu- og samfelagsvísindi

1. og 2. ár (støðisárini)

Her lærir tú grundleggjandi vitanina og hondverkið innan søgu- og samfelagsvísindaligu fakøkini, tó eitt sindur ymiskt, alt eftir um tú ert innskrivað(ur) á søgu- ella samfelagsvísindum.

  • Tú fært grundskeiðini í vísindateori, og í søgu- og samfelagsligum metodum.
  • Tú lærir grundhugtøkini og prinsippini í politiskari vísind, í sosiologi og innan økonomi.
  • Tú lærir føroyska søgu og heimssøgu.
  • Eisini sleppur tú at gera fyrstu royndinar í, hvussu eitt vísindaligt projekt verður framt.

Bachelorárið (3. árið) – har tú kanst velja millum 3 linjur:

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging:

er útbúgvingin fyri tey, sum hava áhuga í samfelagskipanum og hvussu hesar skipanir regulerast og mennast. Her lærir tú m.a:

  • Um vælferð, vælferðarsamfelag og vælferðarskipanir.
  • Um samanspælið millum almennan politikk, marknað og sivilsamfelag.
  • Um hvussu institusjónir og organisasjónir virka, stýrast og mennast.


Hetta er lesnaðurin fyri tey sum hava áhuga at starvast innan almennar, alment gagnligar og privatar organisasjónir men gevur eisini nógvar aðrar kvalifikasjónir, herundir til víðari lesnað.

Politikkur og umsiting (stjórnmálafrøði):

er útbúgvingin fyri tey, sum hava áhuga í, hvussu politikkur og politisk umsiting skapast, regulerast og broytist. Her lærir tú m.a:

  • Um altjóða og komparativan politikk.
  • Um parlamentariska stýring, demokrati og makt.
  • Um hvussu almennur politikkur verður umsitin og reguleraður.


Hetta er lesnaðurin fyri tey, sum hava áhuga at starvast í sentralu umsitingini og innan politiskt stýrdar ella privatar organisasjónir, men gevur eisini nógvar aðrar kvalifikasjónir, herundir til víðari lesnað.

Søga (smátjóðir og altjóðagerð):

er fyri tey, sum hava áhuga fyri nýggjari søgu við serligum atliti at smátjóðum og teirra avbjóðingum. Her lærir tú m.a.:

  • Um altjóða politikk og modernitet.
  • Um nationalismu og etnicitet
  • Um smátjóðir í danska ríkinum


Hetta er lesturin fyri tey, sum innan ymisk øki ynskja at arbeiða við avbjóðingum hjá smátjóðum, men gevur eisini nógvar aðrar kvalifikatiónir, herundir víðari lesnað, sum m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.