Skip to main content

Bachelor í búskaparfrøði

Endamálið

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur ella fara undir víðari lestur uttanlands.

  • Lestrartíðin er 3 ár  og telur 180 ECTS.
  • 20 lesandi verða tikin inn á útbúgvingina
  • tbúgvingin er staðsett á Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, Tórshavn

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3 ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

Bygnaður

1. árshálva Aðaltættir í mikro Aðaltættir í makro Virkislýsing (við finansiering) Støddfrøði 1
2. árshálva Mikro 1 Altjóða marknaðarføring Roknskaparfrøði Støddfrøði 2
3. árshálva Mikro 2 Makro 1: Búskaparvøkstur Fyrisiting og leiðsla Hagfrøði
4. árshálva Búskaparsøga Makro 2: Konjuktursveiggj Corporate Finance Økonometri 1
5. árshálva Vallærugrein Vallærugrein Vallærugrein Vallærugrein
6. árshálva Vallærugrein Vallærugrein Bacheloruppgáva
Samfelagsbúskaparligar vallærugreinar: Altjóða handil Tilfeingisbúskaparfrøði Økonometri 2 Umhvørvisbúskaparfrøði
Virkisbúskaparligar vallærugreinar: Vinnulívsrættur Innovatión Strategi Organisational Behaviour

Innihald

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í samfelagsbúskaparfrøði, virkisbúskaparfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Organisatión og leiðslu
  • Altjóða handil
  • Fíggjarmarknaðir
  • Konjunktursveiggj


Á triðja ári fært tú við valfakum og bacheloruppgávu møguleika at leggja serstakan dent á antin samfelagsbúskaparlig evni, sum til dømis búskaparvøkstur og tilfeingisvinnur , ella virkisbúskaparlig evni, sum til dømis marknaðarføring og starvsfólkaleiðslu.

Upptøkutreytir

  • Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi


Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Møguleikar fyri arbeiði eftir lokna útbúgving

  • Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

  • Sum Bachelor of Science in Economics and Management ert tú væl ílatin til víðari lestur á masterstigi uttanlands.

Umsóknarfreist

  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2016 á midnátt.
  • Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2016 á midnátt.


Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2016. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2016.

Eftir ætlan byrja lesandi á Setrinum 2016 milllum hálvan august og 1. september.

Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2016. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út. Sum nakað nýtt ber til at søkja um upptøku elektroniskt (sí leinki niðanfyri).

Elektroniskt umsóknarblað


Kvota 2:

  • Tak niður umsóknarblað (kvota 2) 2016 - umsóknarfreiðstin er farin
  • Tak niður leiðbeining til umsóknarblað (kvota 2) 2016 - umsóknarfreistin er farin


Kvota 1:



Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur[at]setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Nærri kunning