Skip to main content

Á heysti í 2013 tók Setrið stig til at bjóða út fullttíðarlestur í løgfrøði á masterstigi (120 ECTS). Pláss er fyri 40 lesandi í senn. Ætlanin er næstu ferð at taka upp umleið 15 lesandi at byrja lestur mánaðarskiftið august/ september í 2016.

Lesandi skulu frammanundan hava bachelor ella samsvarandi (180 ECTS), umframt nóg mikið av løgfrøði sum part av útbúgving ella royndum..

Freistin at søkja um upptøku til MA í Løgfrøði er 1. juli 2016.

Tørvur er á løgfrøðingum við innliti í føroysk viðurskifti og altjóða háttaløg. Løgfrøði er fyrimunur í almennari fyrisiting, vinnuvirkjum, felagsskapum og tílíkum stovnum.

Serliga størv sum dómarar og advokatar krevja bæði bachelor og master í løgfrøði.

Endamál við útbúgvingini

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, umframt lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu..

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

Útbúgvin, sum frammanundan ikki hava bachelorútbúgving í lóg, kunna taka við størvum í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving.

Útbúgvin, sum frammanundan hava bachelorútbúgving í lóg, kunna virka sum advokatar og dómarar.

Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir triðju ringrás (doktorsnám) í lóg ella samsvarandi.

Masterútbúgving í løgfrøði