Skip to main content

Skipan og innihald

Dentur verður lagdur á løgfrøði á høgum stigi, fyrisitingarlóg, lógkøna útgávu og lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í samveldisstøðu, herundir lóggávu, venju og aðrar lógkeldur, umframt altjóða lóg, felagsmál og samanberandi greinan.

Býtið er dogmatiskur lógkunnleiki 50 til 80 ECTS. Løgfrøðilig fatan og háttalag 10 ECTS kravd. Ritgerð 30 ECTS. Valfak 0 til 30 ECTS, upp til 10 ECTS frítt val, upp til 20 ECTS viðkomandi fyri samlaðu læruúrtøkuna.  

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúk teirra. Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður avbjóðingum í løgfrøðiligum høpi.

Ritgerð skal vera 30 ECTS. Skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.

Løgfrøðilig fatan skal vera í minsta lagi 10 ECTS. Boðin verða út skeið (oftast 5 ECTS) sum at skriva ritgerð í løgfrøði, løgfrøðiligari fatan og útgáva, løgfrøðiligum  háttalagi, samberandi lógkunnleika.                                        

Dogmatisk skeið skulu vera upp til 70 ECTS. Boðin verða út skeið (oftast 10 ECTS) sum fyrisitingarlóg, kollektivur arbeiðsrættur, altjóða fiskiveiðirættindi, kommunurættur, skattarættur (bæði alment og ymisk serskeið), rættarsøga, grundlógarroynd, mannarættindi og revsirættur, brúkaralóg, stjórnarlóg, skipanarlóg, sjólóg, havrættur, búnaðarlóg.

Flestu dogmatisku skeiðini taka støði antin í føroyskari lóg ella annars við atliti til lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í samveldisstøðu.

Útbúgvin skulu kunna taka við størvum í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving.

Skeiðini

Higartil hava verið boðin út hesi dogmatisku stakskeið á master stigi í lóg:

  • 10 ECTS Brúkaralóg  
  • 10 ECTS Føroysk fiskiveiðirættindi                             
  • 10 ECTS Føroysk fyrisitingarlóg
  • 10 ECTS Føroyskur skattarættur  
  • 10 ECTS Kollektivur arbeiðsrættur
  • 10 ECTS Kommunurættur                             
  • 10 ECTS Mannarættindi og revsirættur  
  • 10 ECTS Havrættur
  •   5 ECTS Serskeið í skattligari viðgerð av skuld

 
Hesi skeið eru góðskrivaði á øðrum universitetum.

Nú verður útboðið økt og boðið út sum samskipað útbúgving.

Undirvísingarmál

Undirvíst verður á føroyskum, enskum og skandinaviskum máli.

Bygnaður og innihald