Skip to main content

Nærri kunning

Til ber at venda sær til Bárð Larsen, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya bardurl(at)setur.fo

Upptøka 2016

Upptøkutreytir

  • Antin: útbúgving í lóg á bachelorstigi ella hægri.
  • Ella: útbúgvingin skal vera viðkomandi fyri lesturin í løgfrøði, tvs.vera á nóg høgum akademiskum stigi og hava nóg mikið av kunnleika um lóg. Hesar kunnu vera bachelor í lóg, samansettar útbúgvingar við lóg (vinnurættur, kriminologi) ella líkar útbúgvingar (søga, stjórn, samfelagsfrøði), har lóg er partur av útbúgvingini. Til ber eisini at lúka krøvini um akademiska og viðkomandi undanútbúgving við at vísa á eftirútbúgving og royndir. Sera viðkomandi eru tikin stakskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum. Viðkomandi royndir kunnu vera í umsiting av lóggávu, leiðsla hjá stovni ella fakfelag, sitið í kommunustýri ella á tingi, starv í grannskoðan ella øðrum eftirliti. Týðandi er at lýsa og skjalfesta førleikar og royndir
  • Og: grundgivin umsókn, knappa síðu, har umsøkjari greiðir frá viðkomandi royndum og hví hugurin stendur til at fara undir hesa útbúgving.

Umsóknarfreist

Freistin at søkja um upptøku til MA í Løgfrøði er 1. juli 2016.

Umsóknarblað

Her ber til at taka niður umsóknarblað og vegleiðing. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.