Skip to main content

Felags masterútbúgving í útnorður námi, almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu

Enn ber til at søkja inn á masterútbúgvingina “West Nordic Studies”


Eftir at freistin at søkja inn til masterútbúgvingina West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management var farin 9. mai, vóru 10 umsóknir um upptøku komnar.
Talan er um ávíkavist 5 føroyskar og 5 útlendskar umsøkjarar. Hetta merkir, at enn ber til at søkja inn á útbúgvingina. Møguleiki er fyri at taka upp 10 lesandi afturat, ið eru føroyingar ella norðurlendingar.

Og freistin fyri at søkja inn er tí longd til 1. juli 2016.

Umsóknirnar sum koma inn, verða viðgjørdar eftir tí raðfylgju, sum tær verða móttiknar í og umsøkjarar fáa svar 14 dagar eftir at Setrið hevur móttikið umsóknina.

Saman við universitetunum Ilisimatusarfik í Grønlandi, Háskólan á Akureyri, Háskúla Íslands í Reykjavík og Universitetet i Nordland á vesturstrond Noregs tók Fróðskaparsetur Føroya á heysti í 2015 fyri fyrstu ferð lesandi inn til nýggja, altjóða og tvørfakliga masterútbúgving í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Masterútbúgvingin gevur lesandi framúr møguleikar at ávirka menningina í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og vestur Noregi og gevur lesandi góðar møguleikar at flyta seg millum ymisku økini í útnorði.

Masterútbúgvingin í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management gevur ítøkiliga vitan um arktiska økið umframt førleikar at leiða og viðgera samtíðar spurningar og samtíðar kjakevni í søguligum høpi, t.d. samfelagsligar broytingar, verðurlagsbroytingar og spurningar um burðardygd. Tann lesandi verður meira vitandi og lærdur um teir trupulleikar, sum vit eru felags um í útnorði. Endamálið er at útbúgva kandidatar, sum skilja og eru førir fyri at greiða tær fløktu avbjóðingar, sum útjaðarin í útnorði hevur sum partur av arktiska økinum. Við samanberandi útsýni gevur útbúgvingin teimum lesandi innlit í tær avbjóðingar, sum arktiska økið stendur fyri í dag. Hesar avbjóðingar fevna m.a. um tær samfelagsligu avleiðingar, sum veðurlagsbroytingarnar hava fyri fólkafátæk øki og mikrobúskapir, um fjarleika, avmarkaðar starvsmøguleikar, samfelagsligar og útbúgvingarligar javnstøðuspurningar, hóttanir ímóti upprunamentanum og samfelagsligum støðufesti í broytingartíðum, stríðsspurningar um samleika og mentanararv, um leitanina eftir náttúrutilfeingi og um góðan fyrisitingarsið og sjálvstýri.