Skip to main content

Fyrsta lestrarhálva

Innleiðsluskeiðið til útbúgvingina er á Háskólanum á Akureyri í Íslandi fyrst í september. Restina av lestrarhálvuni kunnu tey lesandi antin a) taka tvey skeið á Fróðskaparsetrinum (20 ECTS): tvey kjarnuskeið ella eitt kjarnu- og eitt valfrítt skeið, ella b) tey kunnu taka skeið við samstarvsuniversitetini (20 ECTS). Sí felags heimasíðu um meiri kunning viðvíkjandi umsóknum til onnur universitet.

Onnur lestrarhálva

Onnur lestrarhálva verður tikin uttanlands á einum av samstarvsuniversitetunum, sum bjóða fleiri skeið í útbúgvingini (30 ECTS) Meira kunning á felags heimasíðuni.

Triðja lestrarhálva

Triðju lestrarhálvuna tekur tann lesandi á Fróðskaparsetrinum ella á einum samstarvsuniversiteti saman við lesandi har. Á Fróðskaparsetrinum skulu tey lesandi taka trý skeið (30 ECTS): Trý kjarnuskeið, antin tvey kjarnuskeið og eitt valfrítt skeið, ella eitt kjarnuskeið og tvey valfrí skeið (alt eftir hvat tann lesandi hevur tikið frammanundan).

Fjórða lestrarhálva

Í fjórðu lestrarhálvu skrivar tann lesandi masterritgerðina á Fróðskaparsetrinum umframt at taka eitt kravt ritgerðarskeið (30 ECTS).

Bygnaður og innihald