Skip to main content

Kjarnuskeið og tær tríggjar súlunar

Felags meginreglur fyri kjarnuskeið
  • 40-45 tíma undirvísing, íroknað gestafyrilestrar hjá vitjandi granskarum og fólki við arbeiðsroyndum á økinum, umframt vitjanir á viðkomandi stovnum.
  • Skeiðini, sum verða boðin út, umboða gransking, sum fer fram á viðkomandi universiteti.
  • Pensum er 1200 síður. Meginparturin er akademiskur tekstur, men ítøkilig og nýgg politisk álit og annar viðkomandi dømistekstur er eisini partur av próvtøkupensum.  Í mesta lagi 300 síður kunnu vera ikki-akademiskar bókmentir.
  • Tríggjar súlur 1) Flokkur (20 tímar), 2) Virkni (10 tímar) og 3) Samskifti (10 tímar) (sí frágreiðing niðanfyri)
  • Tvørfakligur og fleirfakligur bygnaður
  • Samhugsað nýtsla av háttalagsfrøði og háttaløgum saman við verkligum táttum.
  • Greið helling móti samtíðar og framtíðar útnorður samteksti, harímillum almenn fyriskipan og burðardygd.
  • Bæði skrivligar og munnligar próvtøkur
Tær tríggjar súlunar í kjarnuskeiðunum
  1. Flokkur (20 tímar): Hetta fevnir um vanliga floksundirvísing og flokskjak við støði í tekstum úr fastari lesiætlan, sum lesandi skulu hava lisið frammanundan tímanum. Í floksundirvísingini verða ymisk evni løgd fram, men fyrst og fremst er flokkurin ætlaður sum eitt stað at reflektera og kjakast um gestafyrilestrar, stovnsvitjanir o.a. virksemi soleiðis, at tey verða lyft upp á eitt hægri akademiskt og analytiskt stig.

  2. Virkni (10 tímar): Hetta virksemið fevnir um alt slag av virkni í ávísum, viðkomandi evni. Tað kann vera at skriva ein blogg, gera eitt You Tube video ella  kunningarplakatir, halda almennan fyrilestur, skriva greiningar í bløðunum ella at gera eina útvarpssending. Kravið er at evnið skal vera partur av lestrarætlan og próvtøku. Fyrireikingartíð verður roknað sum partur av skeiðnum, og lærarin veitir vegleiðing. Talan kann vera um alt slag av vitanarútbreiðslu við samrøðum ella eygleiðingum. Granskingarhættir, háttalagsfrøði og háttalagskjak eru øll týdningarmiklir partar av hesi súluni. Lektarin er her meira vegleiðari enn lærari.

  3. Samskifti (10 tímar): Henda súlan snýr seg um, at næmingar og lærarar eru í samskifti við samfelagið, t.e. politiskar, vinnuligar og samfelagsligar aktørar. Hugsanin er, at lesandi gera sítt til at fyrireika slíkar samrøðufundir og leggja upp til samrøðu við at leggja fram trupulleikar og avbjóðingar, sum hava verið viðgjørd í floksundirvísingini. Eftirfylgjandi skulu lærarar og lesandi í floksundirvísingini og virkni reflektera um samrøðurnar og brúka reflektsjónirnar í endaligu próvtøkuni.