Skip to main content

Í september byrja fakskeiðini, t.e. skeið innan tykkara valdu fakøki í Masterlæruskipanini.

Her arbeiðir tú sostatt í fakbólki við øðrum, sum hava valt sama fak, sum tú, tó so at summi skeið gott kunnu vera felags. Fakskeiðini geva tær innlit í teori og metodu innan títt fakøki, og eiga eisini at virka stuðlandi til Masterlæruprojektið. Eitt aktivt samanspæl millum fakevnini og arbeiði við Masterlæruprojektinum er altso ynskiligt.

Hvørt faksskeið fevnir um 10 ECTS

Sosialvísindi og planlegging

Við støði í læruúrtøkunum megnar tú aftaná fakskeiðið í sosialvísind og samfelagsplanlegging at:

  • At orða og samskifta við víðkaðari interdisiplinerari fatan av sosialvísindi og planlegging 
  • At greiða frá lykla hugtøkum og leiklutinum hjá sosialvísindini og samfelagsplanlegging úr einum víðkaðum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni.
  • Áseta, greina og lýsa ítøkiligar problematikkir og metodur í sosialvísind og samfelagsplanleggin, sum eru viðkomandi fyri eini breiðari fatan av modernaðum institutiónum, organisatiónum og sosialum relatiónum. 
  • At gera refleksiv úrval av viðkomandi teorium og teoretiskum tilgongdum, og duga at nýta tær í eini beinleiðis greining/fatan/lýsing av samfelagnum og samfelagsviðurskiftum, harav teirri funktiónum, institutiónum og organisatiónum. 

____

  • Formulate and communicate an advanced interdisciplinary understanding of social studies and planning.
  • Elucidate the key roles of social and planning studies in an advanced society.
  • Identify and define concrete problematics and methods in social studies and planning, which are relevant to the advanced understanding of modern institutions, organizations and social relations.
  • Make reflexive choices between different theories and theoretical approaches and their concrete uses in understanding advanced societies, their functions, institutions and organisations.
  • Elucidate social and institutional change and the demands that such changes put on societal functions and intentional response.
Politikkur og umsiting (stjórnmálafrøði)

Við støði í læruúrtøkunum megnar tú aftaná fakskeið í politikki og umsiting, at: 

  • Vísa á vitan og fatan av teoretisku økjunum innan politikk og umsiting.
  • Nýta teoretisk hugtøk, teoriir og metodologiskar tilgongdir til empiriskt tilfar.
  • Orða og samskifta á víðkaðum interdisiplinerum fatanarstøði um títt fakøki.   
  • Lýsa og greiða frá lykla leiklutum hjá politikk og umsitingarliga fakøkinum í modernaða/seinmodernaða samfelagnum. 

____

  • Demonstrate knowledge and understanding of theoretical fields in politics and administration.
  • Applying theoretical concepts, theories and approaches in politics and administration on selected empirical fields.
  • Formulate and communicate an advanced interdisciplinary understanding on politics and administration. 
  • Elucidate the key roles of politics and administration in modern/ late modern societies.
Søga (smátjóðir og altjóðagerð)

Við støði í læruúrtøkunum megnar tú aftaná fakskeiðið í søgu at:

Kemur seinni 

Fakskeið