Skip to main content

Longu fyrst í fyrru lestrarhálvu fara vit í samstarvi við teg at leggja tína egnu læruætlan til rættis. Hetta verður í fyrstu atløgu við útgangsstøði í motivatiónini, sum tú skrivaði í samband við lestrarumsóknini og eini persónligari samrøðu við ein lestrarvegleiðara.

Tað er tískil til tín fyrimun, um tú longu nú sjálv/ur ger tær tankar um, hvat fyri fak og/ella hvat fyri lærustovnur egnar seg til aðru lestrarhálvu í tínum føri, og eisini hvørjum stovni/fyritøku tú kundi hugsað tær at samstarva við á triðju lestrarhálvu. Hetta fer at gera tað lættari, at skapa ein 'reyðan tráð' og eina skilagóða heildarætlan fyri tíni Masterlæru.

Endamálið við læruætlanini er at tryggja, at tín útbúgvingargongd tey næstu tvey árini verður tengd at 1) teimum førleikum, sum masterlæruskipanin setir, 2) fakinum, sum tú hevur valt, og 3) tí servitan, tú ynskir at nema tær. 

Læruætlanin er soleiðis viðkomandi á øllum fýra lestrarhálvum, og ein grundarsteinur í tí menning og samskipan, sum fer fram. Læruætlanin er tó ikki eitt óbroytiligt skjal, men verður ístaðin grundarlagið fyri støðugari eftirmeting av tíni lestrargongd, og fer at kunna broytast so hvørt, sum tú lærir og mennist.

Praksislæru-sáttmálin

Í samband við praksislæruna á triðju lestrarhálvu, fara vit saman við tær at finna eitt arbeiðsstað, har tú sleppur at arbeiða við einum ítøkiligum fakligum trupulleika. Sum grundarlag fyri hesum nýta vit tína persónligu læruætlan. Hendan tilgongdin skal tryggja tær best møguligu úrtøku í høvðusætlanini fyri Masterlæru, t.e. at læra at sameina teori og praksis.

Tað hevur stóran týdning, at tú hesa lestrarhálvu verður viðfarin á rættan hátt, og at praksislæran er ein liður í fyrireikingar arbeiðnum til serritgerðina á fjórðu lestrarhálvu. Fyri at tryggja øllum hesum, er neyðugt við einum praksislæru-sáttmála.

Praksislæru-sáttmálin skal útgreina: 

  • hvørjum evni ella hvørjum evnum tú serliga fert at arbeiða við
  • serlig atlit
  • upplýsingar um hvør tin kontaktpersónur (høvðussamskiftisfólk) á praksislæru-staðnum verður, og hvønn leiklut viðkomandi hevur í samstarvinum
  • samstarv er millum kontaktpersón, útbúgvingarstað og tann lesandi

Sáttmálin skal eisini tryggja:

  • at tú fært umstøður at lesa og arbeiða við vísindaligum tilfari
  • at tú kennir teg væl og verður viðfarin á virðiligan hátt

Væntanir og krøv til praksislæruna

Tá tú ert í praksislæru, vænta vit:

  • at tú ger ella luttekur í einum kanningararbeiði
  • at tú nýtir tey amboð og tær tilgongdir, sum arbeitt var við á metodologi skeiðinum
  • at tú kritiskt metir um og eftirmetir tær eygleiðingar og royndir, sum tú gert tær á stovninum/fyritøkuni
  • at tú fyrrireikar og berir fram týðilig, vælumhugsað og fakliga kjølfest uppskot og frágreiðingar
  • at tú áhaldandi mennir tínar egnu tankar og akademisku tilgongd
  • at tú kjakast um søgu og samfelagsfrøðiliga teori og metodu við stovnin/fyritøkuna og fólkini, sum tú samstarvar við
  • at tú á lærir at bera fram og breiða út innlit um samanrenningina millum teori og praksis

Læruætlan