Skip to main content

Læruúrtøkur

Eftir lokna útbúgving megnar tú:

  • Vitan um týdningarmestu viðurskiftini innan títt fakøki grundað á nýggjastu altjóða fakligu vitanina. 
  • At problematisera, analysera og framleiða viðkomandi vitan innan títt fakøki og tema.
  • At arbeiða problemorienterað og tvørvísindaligt á einum høgum fakligum støði. 
  • Sjálvstøðugar uppgávur og leiðslu á hægsta støði, og at samstarva við javnlíkar í arbeiðsbólki.
  • At samskifta og kjaka um gransking og vísindaliga vitan við fakfelagar og ikki-serfrøðingar.
  • At taka á teg analytiskar arbeiðsuppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar, herundir at bera fram væl grundaðar loysnir uppá praktiskar avbjóðingar.

Krøv og væntanir

Útbúgvingarnar í Masterlæru eru bygdar upp eftir lærumálum. Hetta merkir, at tú fyri tína útbúgvng sum heild og fyri einstøku skeiðini kanst seta teg inn í, hvat tú eigur at duga. Lærumálini eru sett soleðis upp, at tey taka støði í, hvat skal til fyri at fáa 12. Tú kanst lesa meira um lærumálini og annað viðkomandi kring skeiðini í skeiðslýsingunum.

Útbúgvingin er fulltíðarlestur og krevjandi. Vit vænta sjálvandi, at tú brennir fyri at læra, og at tú brennir fyri at skapa eina servitan í tøttum samstarvi við okkum, annan útbúgvingarstovn og einum stovni/fyritøku (3. lestrarhálva). Vit vænta eisini, at tú luttekur og ert virkin til undirvísingina, seminarini, bólkaarbeiði og fundir annars.

Vit leggja sjálvandi karmarnir, men vit hava gjørt tað soleiðis, at tú sum lesandi hevur góðar møguleikar fyri at sniðgeva tín egna individuella útbúgvingarleist og harvið at skapa tín egna fakliga profil.

Hugsjónin hjá okkum er í fyrstu atløgu at geva øllum Masterlærulesandi eitt felags fakligt fundament og førleikar til at fyrihalda tykkum tvørfakligt til eitt yvirorðna tema, og síðan at stuðla tykkum í at seta egin lærumál. Við hesum leistinum meta vit at bæði tit sum lesandi, Setrið og føroyska samfelagið sum heild fara at fáa nógv burturúr Masterlæruskipanini.

Til at røkka hesum lærumálum, krevst ein ætlan og eitt samstarv millum tykkum og okkum, Tiskil, og í samband við hetta, vórðu tit longu í umsóknarskjalinum biðin um at lýsa tykkara motivatión og ætlan við útbúgvingini. Við støði í hesum, fara vit stutt eftir lestrarbyrjan at hava fund við hvønn einstakan, og saman menna tykkara egnu læruætlan.