Skip to main content

Tann námsvísindaligi grundarsteinurin fyri Masterlæruskipanina er, at vit læra best í einum lærufelagsskapi. Masterlæruprojektið verður sostatt mett at hava stóran týdning fyri fakligu menningin hjá tí einstaka. 

Á fyrstu lestrarhálvu er Masterlæruprojektið bygt upp soleiðis, at øll lesandi og atknýtt fakfólk í Masterlæruskipanini eru skipað í einum stórbólki, sum arbeiðir tvørturum fakøki við støði í einum felags tema. Í stórbólkinum fer ymiskt felagsvirksemi fram, eitt nú framløgur og kjak.

Masterlæruprojektbólkanir verða eisini skipaðir við støði í sama tema sum stórbólkurin. Soleiðis koma stórbólkurin og projektbólkanir í eitt dynamiskt samspæl við hvønn annan. Onkuntíð hittast tit sum lesandi sostatt í tykkara projektbólki, aðrar tíðir í stórbólkinum, har temaði er til kjak, og har tað verður møguligt at útveksla kritikk og stuðul millum bólkarnar.

Masterlæruprojektið fevnir um 15 ECTS.

Læruúrtøkur

  1. At arbeiða í einum fakliga stimbrandi umhvørvi, við góðum fortreytum fyri at fáa góð fjølboytt kjak frá fleiri vísindagreinum í senn.   

  2. At framleiða vísindaligt grundað tilfar í einum praksisfelagsskapi, og samstundis megna at geva egi sjálvstøðugt skjalprógva íkast.

  3. Sjálvstøðugt at velja fakbókmentir og eitt grundað val av tilfari í mun til problemstilling (greiðsluevni) og fakevni.
     
  4. Sjálvstøðugt at sýna førleika til útveljing og nýtslu av týðandi og gagnligum amboðum innan egnu fakligu metodu.
     
  5. Sjálvstøðugt at bera fram teori, metodu, greiningar og úrslit á vísindaligan hátt.

Masterlæruprojekt