Skip to main content

Nær og hvussu eru skeiðini skipaði?

Óheft um tú hevur valt søgu, politikk og umsiting ella sosialvísund og planlegging, varar útbúgvingin í 2 ár og semestrini hava sama bygna. Hann sær soleiðis út:

Skeiðini

1. Lestrarhálva

Á fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á teori, metodologi og tvørfakligum samstarvi. Ein týdningarmikil partur av hesi lestrarhálvu er, at tú kemur at arbeiða við einum ávísum masterlæruprojekti í einum sokallaðum "praksisfelagskapi". Tú kemur við øðrum orðum at samstarva við onnur lesandi og vísindastarvsfólk á deildini. Fakskeiðini geva tær eina víðkaða innførslu í teori og metodologi, og hetta kemur at stuðla arbeiðsgongdini við masterlæruprojektinum.

Lestrarhálvan er skipað í 3 partar:

5 ECTS er skeið í metodologi, ið gevur tær epistemologiska og vísindafilosofiska grundarlagið fyri masterlæruskipanin. Hetta skeiðið liggur av tí sama fyrst í lestrarhálvuni og endar við eini skrivligari einstaklinga próvtøku.

10 ECTS eru fakskeið har tú fært innførslu í teoretiska og metodiska grundarlagið í vísindagreinini, sum tú hevur valt. Fakskeiðini eru vanliga samansett av fyrilestrum og kjakbólkavirksemi. Fakskeiðini enda við eini skrivligari próvtøku.

15 ECTS eru sett av til masterulæruprojektið. Hetta fevnir sostatt um helvtina av arbeiðsorkuni á lestrarhálvuni. Arbeiðsgongdin við masterlæruprojektinum byrjar beinanvegin og heldur áfram alla lestrarhálvuna við eitt nú bólkaframløgum og felags seminarum.

NB! ECTS stendur fyri European Credit Transfer System, og er eitt mát fyri, hvussu nógvar tímar ein lesandi samanlagt skal seta av til eitt ávíst skeið. 1 ECTS svarar til millum 25 og 30 tímars arbeiði.

Trýst á fyri at fáa størri mynd

GG: tíðarrammurnar eru bert vegleiðandi  

 

Metodologi: 20. august til 17. september


Fakskeið/teori: 18. september - 13.november


Masterlæruprojekt: 16. november - 30. januar

2. Lestrarhálva

Á aðru lestrarhálvu tekur tú fak innan títt serøki á útlendskum universiteti. Tað er týdningamikið, at tú í samstarv við Masterlærutoymi fert í gongd við at leggja aðru lestrarhálvu til rættis longu í byrjanini av fyrru lestrarhálvu. 

Samstundis sum tú lesur á útlendskum universiteti, er tað krav, at tú rapporterar og luttekur á webinar/videofundum við felagslesandi og masterlæru undirvísarum umvegis alnótina.

Onnur lestrarhálva er skipað í 2 partar:

25 ECTS skeið frá útlendskum universiteti

5 ECTS aktiv luttøka á webinar/videofundum og rapportering

Tíðarramman er: januar/februar 2015 til mai/juni 2015

3. Lestrarhálva

Á triðja semestri fert tú i praksislæru/phronetikum.

Hetta merkir, at tú, grundað á avtalu millum teg og ein stovn ella virki, granskar eina fakliga viðkomandi uppgávu, samstundis, sum tú eisini luttekur í vegleiðing og metoduskeiðum á Setrinum. Harumframt er ein minni partur av lestrarhálvuni ein teoretisk og metodisk fyrireiking til masterritgerðina.

Tað hevur týdning, at tú arbeiðir aktivt við fyrireiking til serritgerðina longu her. Tískil samskipa vit tína praksislæru soleiðis, at stundir eisini vera til at arbeiða á Setrinum fastlagdar dagar. Harumframt verður tú biðin um at gera eitt slag av synopsu, sum skal virka sum grundarsteinur til sjálva ritgerðina. 

Lestarhálvan er skipað í 2 partar:

25 ECTS praksislæra/phronetikum  

5 ECTS synopsa 

4. Lestrarhálva

Fjórða lestarhálva er tilætlað masterritgerðini.

Umframt at hvør lesandi fær ein atknýttan vegleiðara, so er ætlanin eisini at skipa fyri felagsvirksemi, har tit sum lesandi fáa høvi at sparra, motivera og stuðla arbeiðsgongdini hjá hvørjum øðrum. 

30 ECTS masterritgerð