Skip to main content

Masterskeið í gudfrøði

Í 2007 varð Fólkakirkjan yvirtikin. Eisini í framtíðini kann tó væntast, at føroyskir prestar hava gudfrøðiligt embætisprógv frá lærdum háskúla í útlandinum, eitt nú Danmark, Noregi og Íslandi, umframt yrkisútbúgving at virka sum prestur við evangeliskt lutherska kirkju. Við so fjølbroyttum royndum og bakstøði helt løgtingið tað vera alneyðugt at verja og styrkja tilvitskuna og kunnleikan um føroyskan kirkjusið og føroyska kirkjuskipan. Ásett varð tí í Løgtingslóg um embæti og størv í Fólkakirkjuni frá 2013, at prestar skulu hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin.

Endamál við útbúgvingini

Henda útbúgvingin varð í 2015 sett í verk í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Fólkakirkjuna í Føroyum sum stakgreinalestur á universitetsstigi. Í byrjanini verður hetta skipað sum eftirútbúgving, men miðað verður ímóti, at lesturin í Føroyum seinni fer at kunna ganga inn sum partur av gudfrøðilesnaði uttanlands. Skeiðini verða uppbygd so, at hin lesandi eftir trimum lestrarhálvum hevur fingið ta neyðugu, breiðu fatanina á tilsamans 30 ECTS. Tað skal bera til at byrja henda lestur við at tekna seg til fyrsta skeið, sum verður boðið út, eftir at ein er komin í prestaembæti.

Summi skeið fara samstundis at verða boðin út undir øðrum útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum. Haraftrat fara onnur enn gudfrøðingar at kunna taka gudfrøðiskeiðini sum stakskeið.

Skipan og innihald

  sí tímaætlan her

Upptøkutreytir

Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði. Eisini onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku.

Undirvísingarmál

Undirvíst verður á føroyskum, men lisnir verða eisini tekstir á t.d. týskum, enskum og norðurlendskum málum.

Umsóknarfreist


Umsóknarfreistin er 1. mars 2016

               
Boð um upptøku á skeiðnum í Kirkjurætti verða send í seinasta lagi mánadagin 14. mars 2016.               
Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 28. mars 2016.

Umsóknarblað

Her ber til at taka niður umsóknarblað og vegleiðing.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.

Nærri kunning

Vendið tykkum til Jákup Reinert Hansen, lektara jakuprh(at)setur.fo