Skip to main content

Útbúgvingarleiðari: Jógvan í Lon Jacobsen

 

Lestrarhandbók

Ráð teirra lesandi

Studentaumboð í Stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya: Kolbrún í Haraldsstovu

Føroyamálsdeildin

Lestrarvegleiðing

Ritgerðaryvirlitið er ætlað sum íblástur til studentar á Føroyamálsdeildini. Føroyamálsdeildin lænir ikki tilfar út.

Teldutøkt tilfar

Próvtøkur

Kalendari / Tímatalvur

Skeiðsnr.: 1016.11

Námsstig: 8

Roynd

Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsispróvdøming.

 

8 námsstig

 

Lestrarlisti

Til próvtøkuna verður lestrarlisti ikki innlatin.

 

Próvtøka

Við próvtøkuna skal studenturin umseta kendan norrønan tekst og prógva kunn¬leika um teir tættir í mállæruni, ið gjøgnumgingnir eru í undirvísingini.

 

Námið

Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 1. og 2. lestrarhálvu í Norrønum I. Próvtøka er eftir 2. hálvu. Norrønt I skal vera tikið, áðrenn farið verður til próvtøku í Norrønum II.

Við norrønt er her at skilja tað forna málið í Noregi og londunum vesturi í Atlantshavi, ið vórðu bygd haðani. Heimildir um hetta mál eru til skjals fyrst og fremst í hinum ríku forníslendsku bók¬mentunum, sum høvdu blómingarskeið sítt í 13. øld, men eisini úr Noregi sjálvum er nógv máls¬ligt tilfar varðveitt úr miðøld, ofta í íslendskum handritum. Í Føroyum er lítið til av skrivligum úr miðøld: Seyðabrævið frá 1298 og nøkur skjalsbrøv frá tíðini um 1400 er tað týdningarmesta. 

 

Endamálið við náminum er at útvega sær góðan kunnleika í norrønum máli, sum er neyðugur hjá teimum, ið vilja granska málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Nútíðarføroyskt skrift¬mál hevur uppruna í teirri regluskipaðu (normaliseraðu) stavseting, ið nýtt verður til nor-rønar tekstir, og føroysk málslig nýrøkt hevur í stórum leitað sær bót í norrønum fornmáli. 

 

Lisið verður hóskandi úrval av norrønum tekstum, t.d. úr Snorra Eddu og íslendingasøgum. Saman við tekstalestrinum verður farið ígjøgnum høvuðstættir í norrønari mállæru við denti á ljóðlæru og bendingarlæru. Mállæran eftir Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. útg., 1973, verður nýtt.

 

Bókin Hugin og Munin eftir Jonhard Mikkelsen er ætlað studentaskúlanæmingum. Mælt verður til, at studentarnir hava lisið hana, áðrenn tey fara undir lesturin. 

Útbúgvingar

Próvtøka

sadfnæanbnatfffffffffffffffffffffffffffffffffffff

Námið

sfgsfghdghj muymsrb<

dftymk

Lestrarlisti

Lestrarlisti

Próvtøka

gagafhafh

Námið

earklgjækfb

Próvtøka

roynd

Námið

Endamálið við bla bla