Próvtøkur
Próvtøkur eru tvær ferðir um árið á Føroyamálsdeildini, summar og vetur.
Treytin fyri at fara upp til próvtøku er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur.
Tilmeldingarfreistin til próvtøku:
- 01. mars til summarpróvtøku
- 01. oktober til vetrarpróvtøku
Lesandi skriva seg inn til summarpróvtøku fyri 1. mars og til vetrarpróvtøku fyri 1. oktober á deildaravgreiðsluni.
Um lesandi ikki ætlar sær til próvtøku, sum hann/hon hevur skrivað seg inn til, má tann lesandi melda frá sambært galdandi reglum.