Skip to main content

Studentavegleiðing á Føroyamálsdeildini

Í studentavegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum viðurskiftum í sambandi við lesturin.

Høvuðsuppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestrarviðskifti at gera. Tað
fevnir millum annað um fakliga innhaldið í útbúgvingini, námsskipanina, akademiskt arbeiðslag, hvussu
tann einstaki betur kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar. Øll vegleiðing fer fram í trúnaði.

Set teg í samband við studentavegleiðaran umvegis teldupost. Avtala tíð at hittast til eitt prát, ella avtala eina telefonsamrøðu.

Guðrið Poulsen er studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini.

Studentavegleiðingin er staðsett á Altjóða Skrivstovuni, sum húsast í kjallaranum á Lestrarskrivstovu Setursins í J.C. Svabos gøtu 7. Best er at gera avtalu frammanundan.

Viðtala er týsdagar kl. 9-11 og fríggjadagar kl. 12-13
Telefon 35 25 26
Teldupost fmd-studvegl(at)setur.fo

Ritvør Høvundsdóttir - Leiðbeining um at skriva bókmentaritgerð á Føroyamálsdeildini

Kærur