Skip to main content

Lestrarárið

Lestrarárið er býtt sundur í tvær lestrarhálvur. Fyrra lestrarhálvan byrjar í august ella september og endar fyri jól. Seinna lestrarhálvan byrjar í januar/februar og endar um mánaðarskiftið mai/juni. Próvtøkurnar liggja vanliga í desember/januar og í mai/juni.

Á Náttúruvísindadeildini er tó nýggj skipan við blokkum roynd frá heystinum 2008, soleiðis at hvør lestrarhálva er býtt í 2 blokkar. T.v.s. at studentarnir byrja síðst í august og hava undirvísing í tveimum lærugreinum í 7 vikur, so er ein vika heystfrí og ein vika við próvtøkum. Síðani byrjar blokkur 2 o.s.fr.

Próvtøkutilmelding

Á Náttúruvísindadeildini og á Søgu- og samfelagsdeildini eru studentarnir innskrivaðir til próvtøkurnar, tá ið teir eru innskrivaðir til útbúgvingina/lærugreinina.

Á Føroyamálsdeildini skulu studentarnir innskriva seg til próvtøkurnar áðrenn hesar freistir: várhálvan 1. mars, heysthálvan 1. oktober.

Tað er ábyrgdin hjá studentinum at melda seg til próvtøku.

 

Próvtøkufyrisiting

Setursskrivstovan hevur próvtøkufyrisitingina um hendur og ábyrgd av, at øll úrslit verða førd í próvbókina. Sjálvum próvtøkuhaldinum skipa deildirnar fyri, hvør sær. Mentamálaráðið tilnevnir próvdómarar eftir tilmæli frá deildini og við góðkenning dekansins. Rektarin og dekanurin undirskriva próvskjøl. Úrskrift úr próvbókini undirskrivar fyrisitingarstjórin.

Námskort

Setursskrivstovan útflýggjar námskort til innskrivaðar fulltíðar studentar. Innskrivingin verður endurnýggjað við hvørja lestrarársbyrjan. Hetta verður gjørt við at útfylla innskrivingarblaðið (sí oyðubløð) og senda tað til deildina. Námskortið skal studenturin m.a. hava hjá sær, tá farið verður til próvtøku og á val.

Um studentur ynskir at gevast heilt á Fróðskaparsetrinum, skal útskrivingarskjalið (sí oyðubløð) útfyllast og sendast deildini saman við námskortinum.