Skip to main content

Bygnaður

Yvirlit - útbúgvingar og skeið

Lestrarvegleiðing

Lestrarvegleiðingin er vanliga opin hesar tíðir

  • týsdag  til hósdag kl. 9:00 – 14:00


Til ber eisini at senda teldupost til lestrarvegleiðaran Paulina Pollsen á paulinap(at)setur.fo ella nad-lestrarvegl(at)setur.fo ella ringja á tlf. 299414

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í samband við lesturin. Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við: lestrarhegni, uppmøting, uppgávuskriving, farloyvi, linjulestraval, góðskriving av lestrartíð, møguleikar fyri linjulestri og starvslæru uttanlanda, víðari lestur o.a.

Ætlar tú at søkja um góðskriving av pørtum av lestrinum, skal umsóknin sendast til lestrarvegleiðingina.

Tú finnur lestrarvegleiðingina í stovu 53 á høvuðsgongini á námsvísindadeildini (Føroya Læraraskúli).

Vegleiðingin fer fram í trúnaði.

Námsvísindadeildin

Lestrarhandbókin

Vitanargrunnar

Vegleiðing - APA-tilvísingarreglur