Skip to main content

Ávirkan av havumhvørvi á útbreiðslu hjá fiski á føroyska landgrunninum

[Effects of marine climate on the spatial distribution of fish species on the Faroe Shel]

BS-uppgáva í lívfrøði, januar 2010, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Helga Bára Mohr Vang & Hannipoula Olsen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Hjálmar Hátún, Havstovan

Les greinina "Tveir nýggir biologar", sum stóð á heimasíðu okkara 2. februar 2010

Samandráttur

Hitamátingar í Føroyskum sjógvi í árunum 1994-2008 vísa eina øking uppá 0.8°C. Hetta vekjur spurnartekin, um ta globalu upphitingina, ella meira specifikt, ávirkanin, sum tann globala upphitingin hevur á djóralívið í havinum. Búskapurin í Føroyum er eins og í fleiri øðrum tjóðum í norðanlondum serstakliga tengdur at fiskivinnu. Í hesi serritgerðini roknaðu vit biomassa- miðpunktið bæði við longarstigum, breiddarstigum og við dýpinum fyri 19 fiskasløg, sum vóru fingin í meira enn 10 % av hálunum í yvirlitstrolingunum hjá havrannsóknarskipinum "Magnusi Heinasyni", ið eru gjørdar árini 1994-2008. Úrslitið vísti, at útbreiðslumynstrið hjá fleiri av hesum fiskasløgunum er broytt. Fiskasløgini, har broytingar sóðust, eru bæði av vinnuligum og ikki vinnuligum týdningi. Vit hava gjørt tvær correlatións analysur fyri at staðfesta, hvat orsøkin er fyri hesum broytingum í útbreiðslumynstrinum. Onnur analysan var við biomassa miðpunktinum og hitanum, meðan hin var við biomassa miðpunktinum og frumframleiðsluni (PP). Úrslitið vísti at bæði hiti og PP ávirka útbreiðsluna. Um hitin í sjónum heldur á fram at økjast, kann væntast, at fleiri órógv vera í vistskipanunum í føroyskum sjógvi, sum skapa ójavnvág.

Abstract
Temperature measures made in the Faroese waters show an increase by 0.8oC in the years 1994-2008. This awakens the thought about global warming and more specifically the impact global warming has on marine life. Faroese economics, as well as other nations in the North Atlantic, are highly dependent on the fishing industry. In this study we calculated the mass center (longitudinal, latitudinal and by depth) for 19 fish species which are most frequently caught in ground-fish bottom trawl surveys for these 13 years. The results show that during these years, the distribution pattern has changed for several species of commercial value as well as non-commercial value. To discover what causes these changes in distribution patterns we did two correlations analyses with the mass centers and temperature and the mass centers and primary production for the same fish species, respectively. These analyses showed that both factor have influence on the distribution. If sea temperature keeps rising we may experience more disturbances in the balance of the ecosystem in Faroese waters.