Skip to main content

Ávirkan av seyðabiti á fjallavøkstur: margfeldi, lívfrøðiligt tilfeingi og funktionellar bólkar

[The effects of sheep grazing on mountain vegetation: Diversity, biomass and functional groups]

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Olivia Danielsen

Innanhýsis vegleiðari: Anna Maria Fosaa, Fróðskaparsetur Føroya

Uttanhýsis vegleiðari: Peter Haar, Búnaðardepilin

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Á sumri 2007 var farið undir at kanna hvussu  seyður ávirkar fjallavøkstur. 8 hagar vóru kannaðir í trimun vakstrarhæddum.

Vøksturin var býttur sundur í 4 høvisbólkar, har týttleikin av hvørjum bólkið var kannaður, eisini týttleikin av Nardus stricta. Kanningarnar vístu, at lítil munur var á týttleikanum av mosum, urtum, grøsum og støri, ímeðan størri munur var á trækendum vøkstri.
Biomassin var hægstur í há- og lágfjallavakstrarbeltinum, meðan hann var minni í tí tempereraðu vakstrarbeltinum.
Nardus stricta er ein góður indikator fyri seyðabit. Størstur týttleiki av Nardus stricta vísti seg at vera í tempereraða vakstrarbeltinum. Hetta saman við lága biomassanum kundi títt uppá, at tað tempereraða vakstrarbeltið er nógv bitin av seyði.
Kanningin vísti, at munur var á plantusløginum í teimun ymisku vakstrarbeltinum og ímillum hagarnar.

Abstract

In summer 2007 eight outfields were studied in three different altitude zones to see how sheep grazing affects mountain vegetation..
The growth was divided into 4 functional groups where the abundance of each group was investigated including the abundance of Nardus stricta. The study shows that there is little difference in the abundance for the groups mosses, herbs, grasses and sedges, whereas a larger difference in abundance was for the woody vegetation. The biomass was highest in the low alpine and alpine vegetation zones whereas the biomass was lowest in the temperate vegetation zone.
Nardus stricta is a good indicator for sheep grazing. The largest abundance of Nardus stricta was found in the temperate vegetation zone. This result together with low biomass could indicate that the temperate vegetation zone has a higher sheep grazing intensity. The study also shows that the plant composition is different for the three altitude zones, as well as between the different outfields.