Skip to main content

Ávirkan av ymiskum samansetingum av føðslusøltum á aling av plantuæti

[Effects of various nutrient compositions on phytoplankton cultivation]

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2009, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Tóra Winther Reinert & Eirikur Danielsen

Innanhýsis vegleiðari: Eilif Gaard Fróðskaparsetur Føroya / Havstovan

Uppgávan í pdf-formati

Les greinina "Tveir Bachelorar afturat frá Náttúruvísindadeildini", sum stóð á heimasíðu okkara 24. juni 2009

Samandráttur

Í Føroyum ger P/f Fiskaaling royndir við aling av toskalarvum í posum í hyljum.Bestu úrslitini eru fingin til vega, tá toskalarvurnar eru mataðar við livandi djóraæti. Vøkstur av plantuæti (við at tilseta føðslusølt) er grundarlagið undir føðini hjá copepodum, ið síðani eru føði hjá toskalarvunum. Hendan royndin hyggur at samanseting og vøksturi av plantuæti í ymiskum forholdum av føðslusøltum. Hetta varð gjørt við at tilseta ymiskar samansetingar og nøgdir av føðslusøltum í fýra kør, ið høvdu somu umstøðir viðvíkjandi ljósi og hita. Silikat varð tilsett, tí ynskiligt var at fáa vøkstur av kiselalgum, eftirsum copepodar fyritrekkja hesi sløg. Úrslitini vísa, at um ein blanding av føðslusøltum ið inniheldur eitt N:P forhold, ið er tætt við Redfield forholdið verður nýtt, so fæst, yvirhøvur, ein eitt sindur hægri nøgd av klorofyl a, umframt meiri ilt innihald. Lágt N:P forhold hevði við sær plantuætikyknir við lítlari stødd, og lágar nøgdir av føðslusøltum høvdu við sær, at lítil sløg av plantuæti kláraðu seg best. Sum heild var nitrat tann manglandi faktorurin fyri gróður, men fyri kiselalgir kann silikat eisini hava verið tann manglandi faktorurin. Harumframt kann umrøringur geva størri kyknir av kiselalgum, um nóg nógv av føðslusøltum eru til staðar. Okkara úrslit vístu eisini, at í kontrolleraðum viðurskiftum har vatnið er grunt, og nóg mikið av ljósið og føðslusøltum eru til staðar, hendir ein uppblóming av plantuæti nakað væl áðrenn váruppblómingina í sjónum.

Abstract

In the Faroe Islands, the Aquaculture Research Station is doing experimental farming of cod larvae in mesocosms. The best results have been achieved when the cod larvae are fed with live zooplankton. Phytoplankton production (stimulated by adding nutrients) makes basis as food for copepod production, which again serves as food for the cod larvae. This experiment considers phytoplankton composition and growth in relation to various nutrient conditions. This was done by setting up four tanks with different nutrient compositions and concentrations, but with same light and temperature conditions. Silicate was added because growth of diatom species was desired, since these are the preferred food item for copepods. The results show that using a nutrient mixture containing an N:P ratio close to the Redfield ratio yields slightly more chlorophyll a content as well as more oxygen saturatio, overall. Low N:P ratio yielded small phytoplankton cells, and low nutrient concentrations yielded phytoplankton dominance of smaller species. In general, nitrate seemed to be the limiting nutrient factor for phytoplankton growth, though for diatoms silicate may also have been limiting. In addition, stirring or mixing of the water might yield larger cell sizes for diatom species when nutrient concentrations are sufficient. Our results also showed that controlled and shallow water conditions with sufficient light and nutrients induced phytoplankton blooms much earlier than the spring bloom at sea.