Skip to main content

Botndýr á føroyskum gáttarfirðum

Bunddyr i færøske tærskelfjorde

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2000, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Sámal Jákup Sakariasson

Innanhýsis vegleiðari: Arne Nørrevang

Uttanhýsis vegleiðari: Jan Sørensen

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Skálafjørðurin hevur tað betri.

Mitt í fírsunum var støðan á botninum í Skálafjørðinum kannað og vísti tað seg, at støðan var ring. Ov nógv lívrunnin evni vóru komin á botn og næstan øll iltin var brúkt upp. Bert fá djórasløg vórðu funnin, men talið av teim einkultu djórasløgunum var stórt. Dýrini í botnroyndum tiknar í tiðarskeiðnum 1998-99 vóru kannað. Niðurstøðan er tann, at viðurskiftini eru batnað, men enn kann fjørðurin ikki sigast at vera reinur. Fleiri túsund dýr úr tíggjutals grabbroyndum vórðu navnagreinað undir mikroskopi og hagfrøðiliga viðgjørd til at kunna samanbera við kanningarnar frá 80'unum. Eitt sunt og vælvirkandi djórasamfelag er sermerkt við at fjølbroytnið er stórt, t.v.s. nógv ymisk djórasløg eru at finna og kanska ikki so nógv eintøk av hvørjum slagi, meðan eitt samfelag, sum er strongt, hevur færri sløg, men afturfyri kunnu nógv eintøk av av hesum fáu sløgunum finnast. BS-uppgávan vísir at fjølbroytni - diversiteturin - er hægri nú enn fyrr. Eitt tekin um, at viðurskiftini á botninum í Skálafjørðinum eru batnað, helst av tí at minni alifóður sleppur at søkka á botn.