Skip to main content

Broytingar í mykorrhiza við hæddini

Ændringer af mukorriza langs en højde gradient

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2000, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Erla Olsen

Innanhýsis vegleiðari: Arne Nørrevang

Uttanhýsis vegleiðari: Anna Maria Fosaa

Samandráttur

Uppgávan er ur samspælið millum plantur og soppar, tað, ið verður nevnt mykorrhiza. Mykorrhiza merkir »soppa-rót«, og vísir seg við at soppurin leggur seg sum ein tjúkkur vavstur kring rótoddarnar og síðan veksur inn í rótina á plantuni. Samspælið er gagnligt fyri bæði plantuna og soppin; plantan fær vatn og mineralir frá soppinum, meðan soppurin fær sukurevnir frá plantuni. Hetta virksemi, sum ikki  er serliga eygsýnt, fer fram niðri í moldini.

Uppgávan er ein kanning av, hvussu nøgdin av sopparót broytist í mun til hæddina. Fyri hvørjar 50 m hædd eru moldsýni tikin; øll sýnini eru tikin í haga. Sostatt eru 13 sýni tikin í ein landnyrðing á Sornfelli, frá Signabø og upp á toppin. Sýnini eru evnafrøðiliga kannað, og planturnar, sum vuksu júst har, sum moldsýnini eru tikin, eru skrásettar. Ein týðilig broyting í øllum teimum mátaðu faktorunum vísti seg at vera á uml. 450 m hædd. Úrslitið av kanningini vísti, at nøgdin av livandi vevnaði minkar, jú longri uppi sýnið verður tikið. Men í mun til nøgdina av soppi, so økist nøgdin av sopparót tess hægri upp vit koma. Hetta kemst helst av, at har er turrari og minni av tøðevninum fosfor. Planturnar fáa tí ein fyrimun, hava tær sopparót.