Skip to main content

Columba livia – kanningar av føroysku bládúgvuni

[Columba livia – a Study of the Rock Pigeon on the Faroe Islands]

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2007, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Sólvá Jacobsen & Jana Mikkelsen

Innanhýsis vegleiðari: Dorete Bloch, Fróðskaparsetur Føroya

Uttanhýsis vegleiðari: Jens-Kjeld Jensen

Les greinina "Bládúgvan fyri hóttafalli", sum stóð á heimasíðu okkara 6. juni 2007

Samandráttur

Fyrstu ferð dúgvan varð nevnd í føroyskum høpi var av Lucasi Debes (1673), men hildið verður, at bládúgvan hevur verið í Føroyum, áðrenn fólk búsettust her. Johannes Reinhardt (1826) staðfesti, at vanliga dúgvan í Føroyum er av slagnum Columba livia,Fo: bládúgva. Bládúgvan finst í tveimum litbúnum: hin vanligi gráblái búnin og so ein myrkari búni, har veingir og bak hava svartar blettir. Upprunin til blettuta búnan er ókendur. Niels Petersen á Botni og Kenneth Williamson (1949) skrivaðu í eini grein, at tamdúgvur hava verið í Føroyum í minsta lagi síðani 1800, og at vilstar brævdúgvur av og á enda í Føroyum. Várið 2007 varð farið um alt landið at telja bládúgvur. Endamálið við teljingini var at kanna, hvussu reinur føroyski stovnurin er. Dúgvurnar blivu deildar í fýra flokkar: vanligar, blettutar, svartar og rest. Niðurstøðan gjørdist, at bládúgvan í Føroyum er lítið dálkað, men blanding fer fram millum villar og tamar dúgvur.

Abstract

The first time the pigeon was mentioned in Faroese literature was in 1673 by Lucas Debes. However the pigeon is believed to have been resident long before human settlement. Johannes Reinhardt (1826) determined that the pigeon was Columba livia, En: Rock Pigeon. The Rock Pigeon is dimorphic: with the typical blue-greyish plumage and a darker plumage with black spots on the wings and upper back. The origin of the spotted morph is unknown. Niels Petersen á Botni and Kenneth Williamson (1949) wrote that domestic pigeons had been kept on the Faroe Islands since 1800 at least, and that stray homing pigeons also sometimes find their way to the islands. In spring 2007 pigeons in most villages on the Faroe Islands were studied. The object of this study was to decide how pure the Faroese Rock Pigeon is. The pigeons were sorted into four categories: typical, spotted, black and remaining. The conclusion was that the Rock Pigeon on the Faroese Islands is only slightly mixed with domestic pigeons.