Skip to main content

Føði og føðival hjá toska- og hýsuyngli á Landgrunninum og Føroyabanka

Føde og fødevalg hos torske- og kulleryngel på Færøplateauet og Færøbanke

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2000, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Gunvør á Norði og Meinhard Poulsen

Innanhýsis vegleiðari:Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Eilif Gaard

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Tilfarið til kanningarnar stavar frá árligu yngulkanningunum hjá Magnus Heinasyni á sumri 1999. Kanningarøkið fevndi um ein skurð í ein útsynning úr Kolturi og út í Bankarennuna og ein skurð á Føroybanka, sum gongur í útsynning-landnyrðing. Magainnihaldið hjá toska- og hýsuyngli varð kannað fyri at fáa eina lýsing av føðini og hvussu føðin var í mun djóraplanktonið í umhvørvinum. Eisini var hugt at  hita og saltinnihaldinum niður gjøgnum dýpið. Kanningar hava víst, at høvuðsgýtingin hjá bæði toski og hýsu er eitt sindur fyrr á Landgrunninum enn á Føroyabanka. Hóast hetta vísti tað seg, at ynglið á Føroyabanka var størri bæði hjá toski og hýsu. Hetta kundi bent á, at ynglið á Føroybanka veksur skjótari enn á Landgrunninum. Orsøkin til hetta er helst, at sjógvurin er heitari og at ynglið hevur nógv at eta. Kanningarnar vístu, at sjógvurin í teimum ovastu 50 m á Føroyabanka var umleið 1,5 °C heitari enn á Landgrunninum. Hitin hevur stóran týdning fyri vøksturin á fiski. Hægri hiti skundar undir tær lívfrøðiligu prosessurnar. Hetta ger millum annað, at fiskurin sodnar føðina skjótari og kann sostatt eta meira, og harvið veksa skjótari. Hitin hevur eisini eina óbeinleiðis ávirkan á fiskin, av tí at eisini produktiónin av planktoni økist, og fiskurin fær sostatt meira at eta. Okkara úrslit vístu, at fiskurin hevði meira føði á Føroyabanka enn á Landgrunninum. Hetta sást eisini aftur í magainnihaldinum, tí meira var í búkinum hjá ynglinum á bankanum enn á Landgrunninum. Men tað eru eisini aðrir faktorar, sum ávirka vøksturin. Kanningar hava víst, at undir somu umstøðum veksur toskayngul frá Føroyabanka skjótari enn yngul frá Landgrunninum. Toskaynglið á Føroyabanka kann tí eisini hava nakrar arvaligar eginleikar, sum ger at tað veksur skjótari. Kanningarnar vístu, at toskaynglið serligani át reyðæti, meðan føðivalið hjá hýsuyngli vísti seg at verða meira breitt. Kanningarnar vístu eisini, at størri yngul át størri føði. Hettar var serliga týðiligt hjá toskinum. Úrtslitini vístu, at kapping var um føðina, og at kappingin var størri á Landgrunninum enn á Føroyabanka. Hesin munurin stavar helst frá, at tað var meira til av føði á Føroyabanka, og at tey bæði fiskasløgini har valdu ymiska føði, sum sostatt minkaði um kappingina.