Skip to main content

Føðin hjá súlu - magakanningar av súluungum í Mykineshólmi

Sulens fødevalg - maveundersøgelser af suleunger i Mykines holm

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Fróði Bjarkason Skúvadal

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Bergur Olsen

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Súlumagar av súluungum eru kannaðir, teir stava frá trimum árum; 1993, 1999 og 2001. Magarnir eru samlaðir eftur árligu súluveiðuni í Mykinesi. Alt í alt eru 90 súlumagar kannaðir. Hetta er ein liður í kanningini hjá Fiskirannsóknarstovuni, at kanna vistskipanina í og kring Føroyar. Ùr magunum vóru tiknar nitrar og høgguslokkanev. Nitrarnar vóru mátaðarog síðani slaggreindar til fiskaslag. Høgguslokkanevini vóru tald. Ùrslitið av kanningini vísur at ein týdningarmikil partur av føðini hjá súlu er seiður, høgguslokkur og nebbasild. Høgguslokkanev vóru funnin í 44,4% av magunum frá 1993, 51,2% i 1999 og í 2001 vóru høgguslokkanev funnin í 45% av magunum. Seiða nitrar vóru í 33,3% av magunum frá 1993, 43,9% av  magunum frá 1999 og í 2001 vóru funnar seiða nitrar í 15% av magunum. Nebbasilda nitrar vóru ikki funnar í 1993, men í 1999 vóru tær í 51,2% av magunum, og í 2001 í 32,5% av magunum. Ì 1993 var bert eitt fiskaslag funnið. Í 1999 funnus nitrar va 7 fiskasløgum og í 2001 vóru fiskasløgini 10. Tilsamans funnust nitrar frá 11 fiskasløgum. Hetta endurspeglar tað stóra úrvalið súlan hevur av føðimøguleikum.