Skip to main content

Føroyskar klukkur: slagbýtið, ársbroytingar og býtið í tíð og rúmd

Færøske løbebiller (Coleoptera: Carabidae): artsammensætning, årsvariationer og arternes segregering i tid og rum

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2000, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Jóhannes Danielsen og Janus Hansen

Innanhýsis vegleiðari: Arne Nørrevang

Uttanhýsis vegleiðarar: Sven-Axel Bengtson og Dorete Bloch

Samandráttur

Samlaðar vórðu tilsamans 3035 klukkur av Carabidae familjuni. Hesar vóru samlaðar á 4 ymiskum støðum í Havnardali í tíðarskeiðnum 1980 til 1987, í dalinum til fjallatoppin. Tilasaman vóru 12 sløg funnin: 4 sløg, sum tað var nógv av, 3 sum vóru vanlig og 5 sløg sum komu fyri færri enn 24 ferðir. Hesi 5 sløgini vórðu ikki gjøllari viðgjørd i kanningini. Tað var týðiligur munur í livihátti hjá teimum ymisku sløgunum. Millum annað, var nógv mest av Nebria rufescens at finna á fjallatoppinum, meðan Loricera pilicornis einans var longri niðri. Munur í aktiviteti frá ári til ár vóru hjá øllum klukkum. Hesin munur var týðiligast hjá Nebria slektini, har tað okkurtur ári vóru fleiri ferðir so nógv til av Nebria rufescens og Nebria salina sum av hinum sløgunum. Tá vit kannaðu munir í aktiviteti fyri tær ymisku árstíðirnar, funnu vit at øll tey 7 vanligastu sløgini vóru mest aktiv um summmarið. Tvey sløg vórðu funnin allar  árstíðir, 1 slag varð einans funnið um várið og summarið, meðan 4 sløg vórðu at finna vár, summar og heyst. Eisini varð kannað hvussu tey 7 kannaðu sløgini býttu seg á teimum 4 kannaðu støðunum.Øll 7 sløgini sær vórðu samanborðin vin hini seksi. Her sást, at 6 pør fordeildu seg heilt eins yvir øll støðini. Fýr av pørunum eru rættiliga ymisk til støddarí. Vit rokna tí ikki við tí stóru kappingini ímillum hesi sløgini. Hini bæði pørini hava frávik, sum kundu roknast at vera orsøk til lítla kappin ímillum tey.