Skip to main content

Fyribyrging av Saprolegnia á rognum hjá æbogasílum

Prevention of Saprolegnia on rainbow trout eggs

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2004, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Sølvi Espeland og Petra E. Hansen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Petur S. Østergård

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Á vári 2004 vórðu eygarogn hjá ælabogasílum viðgjørd fyri at fyribyrgja soppi (Saprolegnia). Til hetta vórðu evnini Ibiza salt, brintyvirilta og BioCare í ymiskum styrkjum og tíðum nýtt. Viðgjørt varð tvær ferðir um vikuna. Fyri hvørja viðgerð varð funnð útav, hvussu væl hon forðaði soppavøkstri, hvussu klekiprosentið var og hvussu nógv prosent vórðu kryplar. Hesi úrslit vórðu samanborin við úrslit fyri negativan kontroll, sum onga viðgerð fekk, og við positivan kontroll, sum fekk viðgerð við Pyceze, sum í løtuni verður mett at vera besta viðgerðarevnið móti soppi á rognum. Eingi av evnunum vóru betri enn Pyceze, men brintyvirilta hevði hagfrøðiliga sæð eins góð úrslit og Pyceze, undantikið fyri soppismittu, sum var hægri fyri viðgerðirnar við brintyviriltu. Ibiza salt og BioCare kunnu ikki sigast at vera vælegnað at viðgera við, tí viðgerðirnar við Ibiza salti høvdu á leið somu úrslit sum eingin viðgerð og BioCare sá út til at vera eitrandi fyri rognini.
Soppur, sum hevði smittað laksarogn, varð staðfestur at vera av slagnum Saprolegnia sp. Hóast tað ikki varð staðfest, varð gingið út frá, at soppurin, sum smittaði sílarognini, eisini var av hesum sama slagnum. Tal av soppasporum í inngangandi vatninum øktist meðan viðgerðirnar vardu, men einki samband var millum sporatalið og smittu av rognunum.

Abstract

In spring 2004 pre-eyed eggs of rainbow trout (Oncorhynchus mykiss) were treated against saprolegniasis with Ibiza salt, hydrogen peroxide, and BioCare at different concentrations and exposure durations twice a week. The fungistatic effects, hatching rates, and cripple rates were compared to those of negative control, which received no treatment, and to those of positive control, which was treated with Pyceze, currently considered the best treatment option against saprolegniasis. No treatments were better than Pyceze. However, hydrogen peroxide treatments were statistically as good as Pyceze with the exception of fungal infection which was higher for the hydrogen peroxide treatments. Ibiza salt and BioCare can not be recommended as Ibiza salt treatments were no better than no treatments at all and BioCare seemed to be toxic to the eggs.

Fungus infecting salmon eggs was identified to be Saprolegnia sp. Although not identified it was assumed that it was this same species that also infected the rainbow trout eggs. The number of fungal spores in the intake water decreased during the treatment period but there was no connection between number of spores and infection of the eggs.