Skip to main content

Flóðaldur

Frá flóðalduvanlukkuni í Japan í 2011. Mynd: news.nationalgeographic.com

Ógvusligu flóðaldu vanlukkuna sum hendi í fjareystri á jólum 2005, minnast tey flestu enn. Ein jarðskjálvti út fyri Jakarta elvdi til eina aldu, sum skolaði inn á Indonesisku strondina og eisini ferðaðist tvørtur um Indiska Havið og rakti indisku strendurnar. Meir enn 250.000 fólk lótu lív av hesari hendingini.  Og tann 11. mars 2011 var  ein ógvusligur jarðskjálvti í havbotninum eystur úr Japan, sum elvdi til eina flóðaldu. Serliga norður Japan varð meint rakt og um 20.000 fólk mistu lívið.

Flóðaldur eru tíanbetur sjálvsamar á okkara leiðum, men slíkar hendingar eru av og á her í Føroyum. Tað  er tó langt síðani, at flóðaldur, ið kunnu samanberast við oyðileggjandi aldurnar í fjareystri, hava rakt Føroyar.

Tað japanska heiti fyri flóðaldur er Tsunami, og er hetta fyribrigdi best kent við japanska heitinum í altjóða lesnaðinum.

Flóðaldur við Føroyar

Aldan frá Stóreggalopinum umleið 6000 ár f. Kr. sambart teldusimuleringum hjá Gjevik et al., 1994.

Flóðaldur, sum kunnu samanberast við tær í fjareystri, hava vit tíanbetur ikki havt her á leiðunum síðani umleið ár 6000 ár fyri Krist. Tá var eitt omanlop á kantinum av norska landgrunninum, sum elvdi til eina rættuliga stóra tsunami aldu í Norðurhøvum. Henda hendingin er kend sum Storeggaaldan. Model útrokningar hava víst, at aldan var umleið 10 m høg, tá hon kom inn á føroyska landgrunnin (Gjevik et al, 1994). Kanningar av botnsedimentunum í vøtnunum suðuri í Vági og Niðri á Vatninum á Eiði vísa, at tað breyt inn í hesi vøtnini í hesari hendingini (Grauert, 1999).

Ein líknandi, men ikki so ógvuslig hending var í 1969, tá ein harður jarðskjaálvti rakti Gorringe Bankan í ein útsynning úr Portugal. Hesin skjálvtin skapti eina flóðaldu, sum rakti strendurnar hjá Portugal, Spanina, Marocco og oyggjarnar har um vegir. Á Europeiska meginlandinum gjørdi aldan í hesari hendingini ikki so nógv um seg, men ótti kom tó á fólk, serliga í Portugal, tí í 1755 varð Lissabon so at siga lagdur í oyði av slíkari hending. Vit eru tó ikki vitandi um nakra frásagnir, sum vísa at hesar hendingarnar hava rakt Føroyar.

Í 2008 var ein minni flóðaldu hending, sum serliga gjørdi um seg í Hvannasundi, men eisini merktist í Kollafirði og aðrastaðni í Føroyum. Líknandi fyribrigdir hava verið fyrr, m.a. í bókini Sørvágur og sørvingar skrivar Sonni Jacobsen um eina aldu, sum knappliga kom inn á sandin í Sørvági í annars besta veðri bæði á landi og á sjónum. Hetta var tann 14 august í 1916 um middagsleiti, tíanbetur, tí fyrr um dagin høvdu børn spælt á sandinum, men tá hetta hendi vóru tey farin heima at eta døgurða. Eisini eru frásagnir, sum benda á, at sama alda gjørdi um seg á Miðvági. Orsøkina til hesar hendingarnar vita vit ikki enn, men omanlop  onkunstaðni á havbotninum ella serlig veðurfyribrigdir úti á opnum havi eru tvey av boðunum.

Flóðaldur kunnu eisini koma av omanlopum, og slíkt dømi er hendingin í 1953, tá eitt omanlop á Kalsoynni skapti eina aldu, sum fylti gjónna norðuri við Gjógv. Henda aldan merktu tey eisini í Leirvík, men tó í nógv minni mun.

 

Flóðaldur um okkara leiðir er eitt stórt evni, sum kann ganga aftur í fleiri uppgávur. Niðanfyri eru tvey dømir.

Uppgáva 1: Flóðaldur í Føroyum uttan av havi

Við einum frymli, sum fevnir um Føroyar og næstu grannalondini verður við einari røð av model koyringum kannað, hvussu aldur, sum eru orsakaðar av omanlopum í havbotninum, kunnu ferðast kring og millum oyggjarnar. Serliga verður hugt eftur møguligum omanlopum í brøttu skráningunum á Føroyska landgrunninum, og á skráningunum hjá meginlondunum kring Føroyar.

Uppgáva 2: Flóðaldur Í Føroyum orsakað av omanlopum

Her verður ein neyvari frymil nýttur til at kanna hendingina við Gjógv í 1953, umframt kanningar av líknandi hugsaði omanlop á minst 5 øðrum støðum í Føroyum. Í hvørjum einstøkum føri skal ein meting gerast um hvørji virðir (hús, havnir, vegir o.l) kunnu verða rakt.

Tilvísingar og ymiskt tilfar

'Kann ein flóðalda raka Føroyar', sending í Kringvarp Føroya, ið Kári Sólstein legið til rættis. Trýst her.

'Færøsk tsunami: Havet hævede sig tre meter', grein í blaðinum Ingenøren. Trýst her.

 

B. Gjevik, G. Pedersen, E. Dybesland and C. B. Harbitz, ``Numerical simulations of tsunami waves; Preliminary results of the Storegga, the Gorringe Bank and the Thera case studies'' Preprint Series, Dept. of Math., Univ. of Oslo, No 1, (1994).

Grauert, M., "Storegga tsunami aflejringer på Færøerne", høvuðsritgerð, Købenshavns Universitet, (1999).