Skip to main content

Rák orsakað av skiftandi barometurstandi

Lágtrýst á veg framvið Føroyum. Mynd: OrbView-2, SeaWIFS Project.

Línu- og garnamenn hava greitt frá, at stundum er eitt rák, sum ikki hevur samband við sjóvarfallið. Frá alaraum eru eisini ábendingar um, at skiftandi barometurstandur kann elva til eitt rák millum oyggjarnar, sum er upp ímóti einari míl. Meira vitan um rákið, sum kemur av at djúp og oftandi skjótt ferðandi lágtrýst fara framvið oyggjunum hevur tískil týdning m.a. í samband við ali- og fiskivinnuna og eisini í metingunum av orkutilfeinginum í rákinum millum oyggjarnar.

Í høvuðsheitum er talan um eina simuleringsuppgávu, har barotropi myndilin, sum vit fyrr hava brúkt til at simulera sjóvarfalsrákið, verður brúktur, men i tann mun tað er møguligt, verða mátingar eisini brúktar.

Havstovan hevur síðani 1994 gjørt streymmátingar í Bankarennuni, í Hetlandsrennuni og norðan fyri Føroyar, umframt á Landgrunninum serliga sunnanfyri, norðanfyri, og seinastu árini eisini í Vágahavinum. Harumframt hevur NVD framt styttri mátingar inni á nøkrum av firðunum og í nøkrum av sundunum.

Fyri ávís tíðarskeið verða veðurkort, umframt vind og trýstmátingar kannaðar, og síðani verður kannað, um tað er nakað í streymmátingunum, sum kunnu tengjast at ávísari veðurstøðu. Fyri at greina slík sambond, verða teldusimuleringar av rákinum fyri givnar veðurstøður brúktar.

Vit hugsa okkum, at uppgávan kann loysast í minst tveimum Bachelor uppgávum, ella sum ein masteruppgáva.

 

Uppgáva 1: Barometurrák á Landgrunninum

Í fyrsta stigininum skal eitt barotropiskt numeriskt model setast upp fyri alt norður Atlantshavið. Av tí at økið er stórt, so verður numeriska loysiligheitin rættuliga grov, og verða sund og firðir í Føroyum bert í grovan mun lýst. Hetta modellið skal brúkast til at kanna, hvat fyri rák á landgrunninum verður skapt av látrýstunum, og hugsanin er at simulera hvat hendir um tá látrýstini ferðast ymsar leiðir, ferðast við ymsum ferðum og hava ymisk dýpir (styrki).

Høvuðseykennini fyri lágtrýstini (t.v.s. leið, ferð og dýpi) verður útvega við at kanna veðurkort, men í sjálvum simuleringuum verða tey 'idealiseraði', soleiðis at tað bert verður hugt eftur sjálvum látrýstunum, og ikki hvussu veðrið annars er kring hesi látrýstini. Hugsanin er at kanna umleið 15 ymsar hendingar. 

Í tann mun tað er gjørligt, verða samanberingar gjørdar millum modelúrslitini og tøkar streymmátingar.

Uppgáva 2: Barometurrák í firðum og sundum

Í stigi tvey verður kannað, hvussu lágtrýstini ávirka rákið inni á firðunum og í sundunum. Modellið verður 'bert' sett upp fyri landgrunnin, men við rættuligari høgari loysiligheit, soleiðis at firðir og sund verða væl umboðaði. Til at dríva hesi modellini verða somu veðurstøður brúktar, sum í fyrru uppgávuni, men harumframt skal rákið á landgrunninum, sum grova modellið hevur roknað, brúkast til at dríva hetta modellið úti á rondunum.

Eins og í tí fyrru uppgávuni, so skulu modelúrslitini samanberast við mátingar í tann mun tað er gjørligt.