Skip to main content

Sjógangur og rennisjógvur í Føroyum

Um vetrarnar er stundum eitt fyribrigdi á Sørvági, sum sørvingar kalla fyri sjógangur. Í vetur gjørdist hetta kent um alt landi, tá fjølmiðlarnar vístu frálíkar myndir og upptøkur av einari slíkari hending. Líknandi fyribrigdi er eisini aðrastaðni, og verður eisini nevnt rennisjógvur.

Fyrbrigdi sjógangur ella rennisjógvur

Sjógangur í Sørvági 18.01.2012. Mynd: John Simonsen, Sørvágur.

Tað, sum gongur aftur í flestu frásøgnunum, er, at sjógvurin tekur seg aftur, soleiðis at sandurin innast í fjørðinum gerst rættuliga stórur og at hetta hendir eftir í einum lutfalsligari lítari løtu. Tá ein løta er farin kemur so sjógvurin inn aftur, og sæst hetta sum ein alda, sum lyftir seg upp fyri marbakkanum og síðani ferðast inn eftir sandinum. Síðani fjarðar aftur, og fyribrigdi kann endurtaka seg nakrar ferðir. Úr Sørvági er frætt, at umleið 13-15 minuttir eru ímillum hvørja fylling. Upptøka av sjógangi í Sørvági tann 18.01.2012 liggur á YouTube, - trýst her.

Hetta kan verða so mikið ógvusligt, at um fólk eru farin oman á sandin, kunnu tey koma rættuliga illa fyri. Tó eru vit ikki vitandi um fólk, sum hava mist lívið  hesum hendingunum. Í bókini Sørvágur og sørvingar skrivar Sonni Jacobsen um einum serliga ógvusligum sjógangi, sum var einaferð í 1700-talinum, har sjógvurin kom niðan um Gamlaskúla. Hann greiðir eisini frá hendingini tann 5. mars í 1913, tá tað skolaði langt niðan í bygdina, og at tey í tí eina húsinum máttu taka høvdið á kúnni upp ígjøgnum lemmin fyri at hon ikki skuldi drukna í kjallarinum.

Menn, sum hava verið á báti úti á fjørðinum, hava greitt frá, at úti á hava teir ikki merkt nakað til aldu, sum undir vanligu umstøðum kann samanberast við rokilsi innast í fjørðinum. Úr Kollafirði hava vit fingið greitt frá, at hetta fyribrigdi er væl kent har, men at hetta ikki nervar siglingina til og frá havlagnum, hóast tað kann tykist ógvusligt á sandinum innast í fjørðinum.

Eisini hevur verið nevnt, at hetta fyribrigdi bert fyrikemur undir ávísum veðurumstøðum, og serliga tá vindurin liggur rættuliga tráður antin inn ella út eftir fjørðinum.

Helst ein 'seicha'

Kort yvir Sørvágsfjørð.

Í havfrøðini er eitt fyribrigdi, sum verður nevnt ein seiches, Hetta er, tá onkur ávirkan fær gongd á eina standandi aldu í einum fjørði ella í einum havnalagi. Ávirkanin kann verða alda, sum kemur uttanifrá, ella vindur, ið antin 'tømur' ella 'fyllir' fjørðin.

Periodan hjá hesari standandi alduni er givin av støddini av fjørðinum við

T = 4 L (gH)-0.5

har  L er longdin av fjørðinum, H er dýpi og g er graviations dikið. Longdin á alduni er tvær ferðir longdina av fjørðinum (lf = 2L).

Um vit hugsa okkum eitt baðikar, sum hevur somu longd sum henda aldan (lf), so svarar hetta til, at onnur helvtin av baðikarinum er fjørðurin, meðan hin helvtin av baðikarinum er økið uttanfyri fjørðin. Í fjarðamunnanum, t.v.s. í miðuni á baðikarinum, er sonevnda knútapunktið, har ongin ávirkan er á vatnstøðuni. Harafturiímóti er tað her, at harðasta rákið er, tí sjógvnøgdin má flytast úr einum enda av 'baðikarinum' og yvir í hin og harvið aldukamb í øðrum endanum á 'badikarinum' meðan aldudalur er í hinum endanum.Við báðar endarnar, har vatnstøðubroytingarnar eru størst, er harafturiímóti onki rák.

Ein animering av hesum fyribrigdinum sæst við at trýsta her, har fjarðamunnin er til høgru og land er til vinstru. Litirnir vísa streymferðina. Legg til merkis, at liturin alla tíðina er tann sama við landinum uttast til vinstru.

Í firðum, sum hava ein sand innast í botninum, verður sandurin stórur, tá aldudalur er við marbakkan, meðan aldukamburin reisur seg væl hægri enn marbakkin, og vil sjógvurin tí renna inn yvir sandin og upplivast sum ein alda, sum kemur skolandi inn eftur.

Í Sørvági er fjarðstøðan fra marbakkanum og út á grynnuna í fjarðamunnanum umleið 4.3. km, og í miðal er dýpi áleið 40 m. Verða hesi tølini sett inn í frymilin omanfyri, so fæst, at periodan er umleið 14 minuttir. Hetta er rættuliga nær við perioduna, sum frætt er um úr Sørvági, og tískil er hugsandi, at talan er um eina 'seich'-u. Hetta hava vit  ikki fingið staðfest enn, eins og vit heldur ikki neyvt vita, hví hetta fyribrigdi uppstendur í einstøkum firðum í Føroyum, og er nærum ókent aðrastaðni.

Uppgávan

Uppgávan er í stuttum at fáa staðfest, hvat er orsøkin til sjógangin/rennisjógvin í m.a. í Sørvági ella á øðrum firðum í Føroyum við at brúka teldumyndlar og úrslit frá mátingum av streym og vatnstøðu: 

  • Numeriskt model: Eitt 2D numeriskt model við upploysiligheit verður sett upp fyri fjørðin og økið uttanfyri fjørðin, soleiðis at rendurnar á modellinum verða nakað burturi frá fjørðinum. Síðani verða simuleringar gjørdar við vindi av ymsari styrki og rætningum fyri at kanna hvørjar vind umstøður eru sannlíkar fyri at skapa hesi fyribrigdini. Eisini kann kannast, hvørja ávirkan skjótbroytandi barometurstandur hava fyri ráki á fjørðinum.
  • Mátingar: Á fleiri firðum eru mátingar av streymi og/ella vatnstøðu gjørdar. Kannast skal, um nakrar av hesum fevna um tíðarskeiðini, tá hesi fyribrigdini hava verið, og um so er, so verður hugt nærri eftur hvat hesar mátingarnar vísa í hesum tíðarskeiðunum. Um umstøðurnar verða til tess, so verða mátingar eisini gjørdar beinleiðis í samband við uppgávuna.