Skip to main content

Útskiftingin í Kalbaksfirði

Økið norðanvert Havnina er sermerkt við at har er lítil munur á flóð og fjørðu. Hetta ger, at sjógvútskiftingin av Tangafirði og sunnarapart av Sundalaginum, umframt Skálafirði, Kollafirði og Kalbaksfirði í høvuðsheitum er stýrt av vind og avrenningini av feskum vatni frá landi.  Í sambandi at alingin tók seg upp í 1980-árunum, varð eitt kanningarátak gjørt serliga á Skálafirði, og nú í seinastu árunum hevur ein verkætlan verið í Kalbaksfirði. Í mun til vitanina, sum var um hesar firðirnar aðrennn hesar kanningarnar, hava vit lært ein heilan hóp, men framvegis er tað nógv, sum vit ikki skilja um rákið á hesum firðunum.

Uppgáva 1: Vindstýrt rák og internar aldur á Kalbaksfirði

Kalbaksfjørður

Tá hugsa verður um Rossby tøl, so burdi Kalbaksfjørður fylgt vanligu lærubókunum og útskiftingin 'burdi' í høvuðheitum verið fjarðarák. Streymmátingar, sum hava gjørt higartil, vísa to, at eitt minst líka týðandi rák er fyri tað mesta inn í fjørðin eftir norðari landinum og útaftur framvið sunnara landinum. Styrkin á hesum rákinum tykist at verða stýrt av vindinum á fjørðinum. Fyri at fáa neyvari kunnleika um hetta er ætlanin at gera fleiri mátingar á fjørðinum, men enn er ikki ásett nær hetta verður.

Tann eina uppgávan er at gera eina neyvari lýsing av hvat stýrir rákinum á Kalbaksfirði.