Skip to main content

IPN og stress í mun til støddarbýti hjá laksayngli (Salmo salar L.)

IPN and stress in relatio to size distribution of Atlantic salmon fry (Salmo salar L.)

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Ingi Joensen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðarar: Peter S. Østergaard og Hørður Wardum

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Endamálið við uppgávuni var at kanna, um tað var samanhangur ímillum IPN-Virus og strongd hjá laksaynguli í ymsum støddum, sum ganga í sama kari. Kanningarnar vóru gjørdar í tveimum umførum, fyrst við ynguli, sum vigaði frá 0,49gr. til 5,9 gr., síðan við ynguli sum vigaði 0,18 gr. til 0,77 gr. Í hesari kanningini var eingin linierur samanhangur funnin millum IPNV og stress. Tann smærri yngulin (>umleið 1,5 gr.) var minst infiseraður av IPN. Immunverjan hjá lítla yngulinum hevur ikki ment seg so nógv, sum hjá størra yngulinum. Tað kann hugsast, at veikasti parturin av lítla yngulinum doyr við lægri konsentratión av IPNV uttan at hetta felli nakrantíð verður skrásett. Hetta kann vera orsøkin til, at tað sær út til, at tann smærri yngulin er minst infiseraður. Tann størri yngulin var meira smittaður. Ein orsøk kann vera, at hann er sterkari og kann tí eisini betur liva við høgt smittustøði. Tað kunnu tó vera heilt aðrar frágreiðingar, sum tó ikki verða viðgjørdar her. Tann signifikant negativi linieri samanhangurin millum stress og vekt fyri yngulin, sum var 0,18 gr.-0,77 gr., og signifikant positivi samanhangurin fyri yngulin, sum var 0,49 gr.-5,9 gr., týður uppá og kann standast av, at yngulin skiftir lívsstrategi við umleið 5 cm. (ímillum hesi støddarbýtini) frá ikki-territoriala atferð til territoriala atferð.