Skip to main content

Kann magainnihaldið í fleygaðum lunda avdúka broytingar í føðitilgongdini?

Kan maveindeholdet hos flejede lunder afsløre ændringer i fødetilgangen

BS-uppgáva í lívfrøði, januar 2001, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Hjørdis Joensen Højsted 

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Bergur Olsen

Samandráttur

Á sumri 1989 vórðu funnar nógvar deyðar lundapisur í lundalondunum kring landi. Hetta endurtók seg í 1990, og tí var farið undir at kanna orsøkina til hetta óvanliga fyribrigdi. Orsøking vísti seg at vera manglandi føði, og at lundapisurnar tí doyðu í hungri. Síðani hevur framhaldandi verið fylgt við, hvussu gongur við tí føroyska lundanum. Á hvørjum ári verða 200-400 lundar fleygaðir í Nólsoy. Kanningarnar vísa, at bæði tilgongdin og føðigrundarlagi broytast nógv frá einum ári til annað.

Í hesi uppgávuni er føði hjá teimum fleygaðu lundunum í 1998 og 1999 kannað. Hetta er ein heldur torfør uppgáva, og tí er hettar ikki áður gjørt fyri føroyskan lunda. Nógvir av teimum kannaðu magunum vóru tómir, meðan tað í øðrum vóru restir av fiskabeinum, nytrur, og nev av høgguslokki. Nytrurnar vóru sera smáar, nógvar av teimum vóru eisni brotnaðar og sodningin hevði eisini slitið uppá tær.

Hóast hetta, ber til at síggja  broytingar í føðini hjá lundanum. Kanningin gevur eina ábending um, at í árinum 1998 og 1999 hendu broytingar í føðivanum hjá lundanum. Stóru nøgdirnar av nytrum í lundamagunum í 1999 vísa, at tað var nógv meira fiskur at fáa hetta árið. Hetta samsvarar eisini væl við yngulkanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni. Høvuðsføðin hjá lundanum var hvítingsbróðir, men nebbasild var eisini ein týdningarmikil parturr av føðini.