Skip to main content

Kanning av Føroysku mýsnum: Ein roynd at fáa greiðu á, um føroyskar mýs eru Mus musculus musculus ella Mus musculus domesticus, um mýsnar eru ymiskar í teimum ymsu oyggjunum og hvar mýsnar koma frá.

[A study on the Faroese mice: an attempt to clarify whether the Faroese mice are Mus musculus musculus or Mus musculus domesticus, if the mice are different between the islands and the origin of the mice. ]

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2007, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hava: Heidi S. Hansen & Noomi Gregersen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Jeremy Searle, University of York, England

Les greinina "Føroyska músin", sum stóð á heimasíðu okkara 31. august 2007

Samandráttur

Hendan kanningin er ein roynd at fáa greiðu á, 1) um føroyska húsmúsin er M. m. musculus ella M. m. domesticus við at brúka fýra ymiskar kjarnu DNA markørar, 2) um mýsnar eru ymiskar millum oyggjarnar við at gera hagfrøðiligar vekt- og halalongdarkanningar, og 3) hvaðani tær koma, við at gera eitt “neighbourhood joining tree” av einum mtNDA markøri. Kanningin vísti, at húsmýsnar í Hesti, Fugloy, Mykines og Nólsoy eru M. m. domesticus, og at í Sandoynni og Streymoynni eru mýsnar M. m. domesticus og blandingar av M. m. domesticus og M.m. musculus. Ein einvegis ANOVA kanning varð gjørd við halalongd og vekt og vísti týðandi munir millum oyggjarnar og eisini millum Hest, Fugloy, Mykines og Nólsoy innanhýsis, har sum allar mýsnar eru reinar M. m. domesticus, og tað bendir á, at munirnir skyldast ikki ílegumunir, men at mýsnar laga seg til umstøðurnar í teimum ymsu oyggjunum. Eitt ”neighbourhood joining tree” vísti, at sandoyarmýsnar samla seg við mýs úr Noregi, Bretlandi og Írlandi, og at mýsnar í Streymoynni, Hesti, Fugloy, Mykinesi og Nólsoy samla seg við danskar mýs. Útfrá hesum úrlitunum kunnu vit siga, at tað er mest sannlýkt, at Føroyar eru tvær ferðir koloniseraðar av húsmús: Einaferð í Sandoynni við einum blandingi millum norskar M.m. musculus mýs og bretskar ella írskar mýs og einaferð í hinum oyggjunum við donskum M. m.domesticus. Streymoyarmýsnar hava síðani verið útsettar fyri ”gene flow” av tí, at nýggjar mýs eru komnar til.

Abstract

The present study is an attempt to clarify 1) whether the Faroese house mice are M. m.musculus or M. m. domesticus by using four different nuclear DNA markers, 2) whether the mice are morphologically different between the islands by doing statistical weight and tail-length tests, and 3) where they come from by doing a neighbourhood joining tree of a mtDNA marker. The study showed that the house mice on the islands Hestur, Fugloy, Mykines, and Nólsoy are M.m. domesticus, and that on Sandoy and Streymoy the mice are M. m. domesticus and hybrids between M. m. domesticus and M. m. musculus. A one-way ANOVA test was made on tail length and weight, and showed a highly significant difference between the islands, and also between the islands Hestur, Fugloy, Mykines and Nólsoy taken together, where all the mice are pure M. m. domesticus, indicating that the difference is not due to genetic differences, but an adaptation to the different islands (different habitats). A neighbourhood-joining tree showed that the mice from Sandoy clustered with mice from Norway, Britain and Ireland, and that the mice from Streymoy, Hestur, Fugloy, Mykines and Nólsoy cluster with mice from Denmark. Taking all the results together, it seems most probable that the Faroes have had two different colonisations of the house mouse: one to Sandoy ofhybrids between M. m. musculus mice from Norway and M. m. domesticus mice from Britain or Ireland, and one to the other islands of M. m. domesticus from Denmark. The mice on Streymoy have since experienced gene flow because of reintroduced mice.