Skip to main content

Kræklingar kunnu boða frá umhvørvishóttan

Scope for Growth - en biologisk indikator for trvsel hos blåmusling (Mytilus edulis).

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2000, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Bjørg Mikkelsen

Innanhýsis vegleiðari: Arne Nørrevang

Uttanhýsis vegleiðari: Maria Dam

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Fyri stuttum kom nýtt vísindaligt háttarlag, har kræklingar verða nýttir at kanna, um umhvørvið er strongt av frárensli ella av kemiskum evnum. Neyðugt var at fara til Háskuli Íslands at gera BS-uppgávu, tí kanningartólini eru ikki til enn í Føroyum. Ætlanin varð, at føroyskir kræklingar skuldu kannast, men ymiskar umstøður gjørdu at bert fáar royndir úr Føroyum kundi nýtast. Í staðin vóru kræklingar úr havnarlagnum í Keflavík og Reykjavik og úr Hvalfirði nýttir. Kannað varð, hvussu væl kræklingar vóru fyri at anda, at síla føði úr sjónum og at gýta, og við kemiskum royndum varð kannað hvussu kræklingarnir annars vóru fyri, eitt nú máting af so kallaðum stress-protein. Nú er so møguleiki at fáa henda kanningarhátt til Føroya til umhvørviskanningar í sjónum.