Skip to main content

Kræklingar sum biomarkørar - Ein kanning av kræklingi (Mytilus edulis) sum biomarkørur í marina umhvørvinum nær undir landi.

[Blåmuslinger som biomarkører - En undersøgelse af blåmuslingens (Mytilus edulis) egenskaber som biomarkør i det marine, kystnære miljø]

BS-uppgáva í lívfrøði, juni 2007, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Hugin K. Mortensen

Innanhýsis vegleiðari: Eyðfinn Magnussen

Uttanhýsis vegleiðari: Maria Dam, Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Uppgávan í pdf-formati

Les greinina "Dálking á Havnarvág", sum stóð á heimasíðu okkara 7. juni 2007

Samandráttur

Eingin ivi er um, at umhvørvisdálking í havumhvørvinum tætt undir landi er ein vaksandi trupulleiki. Tí er tað av størsta týdningi at hava kunnleika til ymsar mátar at fylgja hesi gongd. Kanningar í Tórshavnar havn vísa, at kræklingur (Mytilus edulis) er sera vælegnaður sum biomarkørur fyri TBT og PAH. Í tíðarskeiðinum 30/6 2006 til 4/9 2006 vóru kræklingar settir út á ymisum støðum í Tórshavnar havn. Hesir kræklingar vóru seinni kannaðir fyri PAH, PAHmetabolittar og TBT. Afturat hesum vóru yvirlivilsisevni hjá kræklingi kannað og talt var, hvussu nógvir kræklingar vóru deyðir, eftir at teir høvdu ligið í dálkaða umhvørvinum. Ein roynd við lysosomalum stabiliteti var eisini gjørd. Úrslit frá hesum arbeiði vísa, at óneyðugt er at kanna fyri PAH-metabolittar, tá talan er um krækling, tí kræklingar metabolisera ikki PAH. Harafturímóti vísti tað seg, at jú hægri TBT og PAH nøgdirnar eru, jú hægri er talið á deyðum kræklingum in situ, og jú verri eru yvirlivilsisevnini. Sjálvt um royndin við lysosomal stabiliteti ikki gav nakað úrslit, er eingin grund til at halda hesa mannagongd vera óegnaða, tá talan er um umhvørviseftiransing. Lyklaorð: Mytilus edulis, biomarkører, køleskabsforsøg, TBT, PAH, PAH-metabolitter, forurening, monitering.

Abstract

Der er ingen tvivl om, at forurening i det marine, kystnære miljø er et voksende problem. Derfor er det af stor betydning at besidde redskaber til monitorering af dette miljø. Undersøgelser med muslinger (Mytillus edulis) i Thorshavns havn viser, at disse er yderst velegnede som biomarkører for TBT og PAH. Muslinger blev sat ud i perioden 30/6 2006 til 4/9 2006 ved forskellige lokaliteter i Thorshavns havn. Der blev foretaget analyser af disse muslinger for PAH, PAH-metabolitter og TBT. Ud over disse analyser blev der også lavet forsøg med muslingenes overlevelsesevne, samt at der blev foretaget en lysosomal stabilitets analyse og en in situ optælling af døde muslinger efter eksponeringsperioden i det forurenede miljø. Nærværende undersøgelser viser, at analyser for PAH-metabolitter ikke er relevante, da man arbejder med muslinger, da muslingerne ikke metaboliserer PAH. Derimod viste forsøgerne med stor overensstemmelse, at jo højere TBT og PAH koncentrationerne er, jo højere er tallet på døde muslinger in situ, og jo mindre er overlevelsesevnen. På trods af, at forsøget med lysosomal stabilitet ikke gav noget resultat ses der ingen grund til at betragte metoden for uegnet i denne sammenhæng.