Skip to main content

Minking av PCB í teistaeggum árini 1999 til 2001. Kann orsøkinin vera, at føðin hjá teistanum er broytt ?

Reported decrease of PCB in black guillemot eggs during the period 1999 to 2001. Could a change in black guillemot diet be a contributing factor?

BS-uppgáva í lívfrøði, juli 2002, Náttúruvísindadeildin

Skrivað hevur: Kristín Sv. Ólafsdóttur

Innanhýsis vegleiðari: Trygvi Vestergaard

Uttanhýsis vegleiðari: Maria Dam

Uppgávan í pdf-formati

Samandráttur

Kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvstovunni vísti eina signifikanta minking av PCB innihaldi í teistaeggum á árunum 1999 til 2001. Til at finna útav um minkningin stóðst av minni concentration  í umhvørvinum ella um hon var orsakað av broyttum føðivali hjá teista, vóru gjørd tvø sløg av kanningum; isotopukanningar (gjørdar av labratori í Kanada) av teistaeggunum og kanningar av magainnihaldi av tríati teistum.  Magainnihaldskanningin er samanborin við eina aðra, sum var gjørd í 1998. Isotopukanningarnar vístu at teistin etur meira av føði sum er hægri uppi í føðivevnum en hvat hann gjørdi fyrr. Har ið PCB eru evnir sum konsentrerast upp í gjøgnum føðiketuna, kann broytta føðivalið hjá teistanum ikki forklára minkingina í PCB, og tað er eitt tekn uppá at PCB hevur veruliga minkað í umhvørvinum.

Abstract

A research done by the Food and Environmental Agency had shown a significant reduction of PCB in Black guillemot eggs during the period of 1999 to 2001. This brought up the question weather there is a reduction of PCB in the environment, or Black guillemot has changed diet. Two approaches were used; Stable Isotope Analysis (done by a Canadian Laboratory), and Stomach Content Analysis. The Stomach Content Analysis is compared to another one done in 1998. The Isotope Analysis showed an increase in Black guillemots´ trophic status. PCBs are substances that accumulate as they are transferred up through the food web, so Black guillemots´ increased trophic status does not explain the reduction of PCB. This indicates that the reduction in PCB levels is real.